Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein havnarmaður, sum tosar um kloakkir, bústaðir, náttúru og um at súkkla í høvuðsstaðnum?

Hetta er góður spurningur, tí vanliga hava valevni fokus á tað økið, sum tey búgva í ella har tey hoyra til - og tað havi eg eisini, sjálvsagt. Í grundini er hetta kjarnin í nærdemokratinum – tað, at tú kanst ávirkast av umstøðunum og fólkunum, sum tú møtir í gerandisdegnum.

So, hví Kaldbak? Jú, tað er so einfalt, sum, at eg eigi dóttir, trý abbabørn og verson, sum búgva í Kaldbak - og blóð er tjykkri enn vatn. Og tí havi eg sjálvandi áhuga fyri bygdini, og at umstøðurnar eru tær bestu. Harafturat gongur abbasonur, sum býr í Havn, í barnagarðinum í Flatnagarði.

NIÐUR Í FERÐ
Tá ið tú kemur úr Havn koyrandi eftir Kaldbaksvegnum og snarar til høgru inn í Kaldbaksbotn, merkir tú beinanvegin, at býarstressið linkar eitt vet. Tú sært bø, hugnalig hús, ósan, fugl og kanska onkran, sum stendur við tráðu. Vegurin er smalari enn vanligu landsvegirnir, og meðan tú koyrir fram við fossandi áunum, mást tú javnan steðga fyri seyði ella gæs.

Í millum býlingarnar, sum Kaldbak er sett saman av, er stórur og fruktagóður bøur, sum saman við áum og vakrari fjøru, er eitt hugfarsligt bygdalandslag. Kemur tú tættari fólkunum, merkist ein alskur til bygdina, har felagslív, trúðarlív, bóndalív verður virðismett saman við náttúru og annars lívinum burtur frá resinum í Havn. 

KALDBAKSFÓLK
Hóast familjan hjá dóttrini er tilflutt, er týðiligt, at abbabørnini kenna seg sum kalbaksfólk. Stuttligt, og eitt sindur rørandi, er at hoyra tey tosa um bygdina, skúlan, býlingar, klubba, fólk, vinfólk og annað, sum tey ganga upp í. Tú fært kensluna av, at tey ungu kenna hvørt annað, og at tey hoyra til ein bygdarfelagsskap. Hetta seinast sást væl eftir hátíðarhaldið í sambandi við nýggju fimleikarhøllina, tá ið ein rúgva fór á vøllin at spæla. Og ikki minst var tað stuttligt at síggja, at her vóru ung í øllum aldri, sum spældu saman.

KALDBAK MÁ RAÐFESTAST FREMRI
Men hóast gott er at búgva í Kaldbak, er tað sjálvsagt nógv, sum kundi verið betri. Dømi um mál, sum ynski er um at fáa framd eru m.a. at byggja nýggjan dagstovn í veðurbetri umhvørvi enn verandi, so børnini hava betri uttanduraumstøður. Bygt eigur at verða nær við skúlan, og frítíðarskúlan og klubbin eiga at fáa innivist her eisini. 

Sum skilst, er tað eitt ynski millum fólk fáa ein savnandi miðdepil við torgi í sama øki. Fyri at bygdin kann mennast, skal kunna bera til at seta búgv i Kaldbak, útstykkingar og grundstykki mugu útvegast.  Onnur viðurskifti, sum kunnu nevnast, eru at gera gongubreytir, betra um ferðslutrygdina, at bussleiðin koyrir meira tá, ið brúk er fyri henni, at umstøðurnar at hava bát verða betri, og at kloakkviðurskiftini fáast upp á pláss. Mítt inntrykk er, at fólk eru fegin um nýggju fimleikarhøllina - eisini hóast øll ynski ikki vórðu gingin á møti, t.d. varð ynskt, at hon var eitt sindur størri. 

Tað, sum er avgerandi, er at kaldbaksfólk verða tikin við í planleggingina og arbeiðsætlanir frá byrjan, bara soleiðis ber til at tryggja tær bestu loysnirnar. Í hesum er staðbundna nevndin ein sjálvfylgja, men eisini er týdningarmikið, at onnur verða tikin við. Og her er at siga, at tað eru nógv virkisfýs fólk í Kaldbak, sum altíð eru til reiðar at taka eitt tak. Hetta sæst aftur í, at tað í bygdini eru fleiri spennandi virki og arbeiðspláss.

HALDA VAKT FYRI KALDBAK
Samanumtikið má tá sigast, at søgan hevur víst, at Kaldbak, verri enn so, altið sleppur upp í part, tá ið raðfestingar verða gjørdar á Vaglinum. Hetta av tí einføldu orsøk, at tað var eingin í býráðnum, sum hevði fokus á Kaldbak í avgerandi løtunum. 

Fyri Kaldbak er tí umráðandi, at onkur er til staðar í býráðnum, sum heldur vakt og talar sakina hjá bygdini og tann leiklutin taki eg fegin, um eg fái møguleikan.

Vinarliga Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo