Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Christian Krog Tamnes hevur kannað fleiri 1000 myndir av heilum. Hann brúkar eitt tól, sum eigur magnetresonanstomografi (MRI). Tamnes og starvsfelagar hansara við Universitetið í Oslo leita eftir munum millum gentur og dreingir. Orsøkin er, at aðrir granskarar hava funnið stórar munir millum gentur og dreingir í skúlanum. Gentur fáa betri karakter í nærum øllum lærugreinum samanborið við dreingir. Uttan í ítrótti.

Dreingir hava størri heila
Tann størsti munurin, teir hava funnið, er, at dreingir hava størri heila, sigur granskarin. Men hesin munurin er í grundini ikki so áhugaverdur, heldur hann, tí munurin minkar, so hvørt kroppurin veksur. Tá ið granskararnir kanna myndir av heilunum hjá somu persónum í eitt tíðarskeið, kunnu teir vísa á ymiskt áhugavert. Eitt nú munir í summum pørtum á heilanum, til dømis partinum, sum eitur amygdala

Amygdala er týdningarmikil fyri okkara kenslur. Tað sær út sum, at hesin parturin av heilanum mennist seinni hjá dreingjum enn gentum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo