Á fólkatingsvalinum varð nógv gjørt burturúr javnstøðu millum kynini.
Politisku viðmerkjararnir vóru samdir um, at Fólkaflokkurin fekk eitt vánaligt val, tí at har var bara ein kvinna á listanum.
Eisini høvdu viðmerkjararnir lagt merki til, at kvinnurnar fingu nógv fleiri atkvøður á valinum hesaferð enn seinast.
Men hvussu var javnstøðan millum økini í landinum?
Í Eysturoynni hevði Javnaðarflokkurin einki valevni.
Her búgva væl fleiri enn 10.000 fólk.
Hví velur flokkurin einki valevni at stilla upp í einum so stórum øki?
Eg havi hoyrt, at flokkurin fekk einki konufólk at stilla upp í Eysturoynni, og um tey stillaðu ein mann upp, so skeiklaðist myndin av javnstøðu myllum kynini.
So flokkurin mátti velja ímillum at stilla eina kvinnu upp (og hon fanst ikki) ella ongan at stilla upp, og tí bleiv tað eingin.
Eru vit veruliga komin hartil, at tað er ein treyt fyri at stilla upp, at tú skalt vera konufólk?
Um ein javnaðarmaður við politiskum ambisjónum ynskti at stilla upp, slapp hann so ikki, tí hann er mannfólk?
Er hetta demokratiið hjá Demokratia?
Eysturoyingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo