Í dag fer Mette Frederiksen til Ísraels at royna útvega dønum meira koronavaksinu.
Hví er tað hon og ikki Jenis, ið fer avstað?
Var tað ikki júst Mette, sum noktaði Jenis at opna skrivstovuna hjá Rajani í Jerusalen, so hann varð fluttur til TelAviv.
Og hevði tað so ikki verið nógv lættari hjá Jenisi enn Mette at tosa við Netanyahu?
Jenis skuldi sjálvsagt boðað frá, at Landsstýrið sjálvt stóð fyri vaksinuni, og so kundu vit lati tað, sum danir geva okkum ókeypis, til palestinar ella fólk í flóttalegunum í Miðeystri, ið øll eru slept uppá fjall!
Hví roynur landsstýrið ikki onkursvegna at útvega føringum hesar einans 60 - 80.000 skamtarnar, ið skulu til, fyri at øll her á landi verða koppsett og gerast smittufrí, og landið kann latast víðopið aftur?
Ein møguleiki er sjálvsagt Ísrael, men nógvir aðrir møguleikar eru, um nakað av vilja og ágrýtni eru til at royna!
Í Týsklandi t.d. liggja meira enn 3 mió AstraZenica skamtar tøkir, tí týskarar eru trekir at taka teir, av tí at uml. trý av hvørjum hundrað fáa nakrar fáar fepurstrikur, eftir at tey eru koppsett.
Og fyrsta dagin verður russiska Sputnik vaksinan góðkend av ES.
Er tað ikki lagamanni beinanvegin at bíleggja, so frægt sum okkum tørvar frá russum?
Er tað nakað vesturlendskt land, ið hevur betri samband við Russland enn Føroyar hava?
Mær tykist út av lagi vánaligt, at okkara landsstýrisfólk ikki sjálvi taka á seg ábyrgd av føroya fólki, men heldur bara leggja seg afturá, og lata alla ábyrgd og alt initiativ upp til danir!
Hví hugsa tey ikki um, hvussu nógvum trupulleikum vit kundu verið fyrriuttan, og hvussu nógvur peningur kundi verið vunnin, um landsstýrið frá fyrsta degi takkaði nei til danska tilboðið um ókeypis vaksinu, og heldur “traðkaði í karakter”, viðurkendi sær sína egnu ábyrgd, og fann egnar loysnir fyri egnum landi?
Svend Aage Ellefsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo