Skjótt eru 2 ár, síðan 1. variantur av ‘Xi Jin Ping-krími’ fór at herja heimin.
Nú skuldi ræðslan fyri COVID-19 verið linkað, tí færri fólk doyggja við henni. Rætt skilt: Stak fá fólk doyggja av Coronu, enn færri ung, og eingi børn.
Í Føroyum eru bert 0,025% deyð við (og eingin av) Coronu, Gud havi lov.
Okkara bert 13 COVID-deyðu høvdu helst kortini verið deyð í fjør, í ár ella næsta ár av yvir 1.000 deyðum føroyingum íalt, 82 ára gomul, hesi 3 árini.
Okkara almenna ‘covidianska elstaráð’ eru politikarar, byrokratar og serliga miðlarnir. Veit ikki, at teir hava nevnt D-vitamin sum verju móti COVID..
Hesi halda fram á síni ræðuherferð og øsing, hóast tann 5. varianturin av Xi Ping virusinum, nevndur Omicron, er veikur, um enn hann smittar lætt.
Tað gerst alt meiri greitt, at testing (10 ferðir fólkatalið), viðgerð og pirking – (higartil upp í 3. og vónandi ikki 4., 5. ella 6. ferð hvørt hálva ár ella títtari) hevur býtt fólk her sum aðrastaðni sundur í pirkað og ópirkað.
Uttan iva hevur okkara góða heilsurøkt virkað við til, at so fáir føroyingar eru deyðir við (og eingin av) Coronu.
Fólk flest ræðast øsing. Meirilutin boyggir seg fyri harraboðum og tilmælum, men minnilutin her og í Vestanlondum mótmælir sjálvsagt Xi Ji Ping-passi.
Tey tvíhalda um, at Corona pass er bein leið til digitalt diktatur. Vit eru ávegis.
Kundi nevnt nøkur ting um COVID-19 og onnur krím, sum hópur av væl lærdum skilafólkum hava upplýst um alment í miðlunum frá fyrst í 2020.
Men fá av teim ráðandi her og aðrastaðni hava givið hesum lærdu skilafólkum gætur. Lat okkum hyggja at nøkrum av teirra eyðlýsingum og niðurstøðum.
Dr. Ryan Cole, virologur, hevur verið við til at kanna 100.000 Covid-sjúklingar livandi og deyðar. Cole og hansara lið av serfrøðingum siga m.a. hetta:
1. Allir virusar ‘liva av at virusa’. Flestu krím vara 6-9 mánaðir og fylgja sum heild árstíðunum.
Tá virusar hava smittað fólk flest, linka og doyggja teir, men rakt fólk eru tá náttúrliga mótstøðufør. Hagar til kundu vit langt síðan vrtið komin við COVID.
Við ávísum mannfalli hevði COVID-19 tískil verið burtur her á ólavsøku í fjør.
2. Miðal aldur á fólki, sum doyggja av og við Coronu í USA, er 79 ár, sami aldur sum hini, ið doyggja náttúrliga. Undir 0,1% av teim doyggja av Coronu.
Í Danmark eru tey deyðu av og við Coronu 82 ár í miðal eins og øll hini, ið eru deyð náttúrliga (smbr DK Statistik).
3. Flestu deyðsføll við Corunu eru av ellisbrekum, ovurfiti og D-vitamin troti.
4. Besta verja móti Covid er nógv D3-vitamin tikin saman við zink.
5. Covid-virus tolir ikki sól, lýkku og vindi. Munnbind úti er gaga!.
6. Eingin krímárstíð er, men bert árstíðir við lítlum ella nógum náttúrligum D-vitaminum (lítlari sól á vetri og nógvari sól á sumri).
Døkk fólk noyðast at taka serliga nógva D-Vitamin við zink sum tablettum, tí tey gera ikki so lætt Vitamin 3 úr sólarljósi sum hvít fólk. ið brennast av sól.
7. D-vitamin er universallykil til okkara órinskipan. Eingin við D-vitamin troti hevur optimala immunverju, og tey eru øll í nógv størri vanda fyri Covid.
8. Eini 80% av øllum búfólkum á ellisheimum hava D-vitamin trot. Tey blíva sjúk, um tey ikki verða vard, og doyggja sum flugur sammett við øll hini.
Í USA hava 83% av svørtum, 72% av indianum, 72% av latínamerikanum og 47% av hvítum ov lítið D-vitamin í sær. Lutvíst tí eru 600.000 fólk deyð har.
9. Gitna týska Heidelberg Universitetið kunngjørdi herfyri, at fólk við D-vitamin troti eru 5-6 ferðir meiri sannlík at fáa Coronu, og av teimum, ið verða innløgd við Coronu, doyggja 15 ferðir(!) so nógv við ov lítið av D3-vitamin í sær.
Tað undrar stórliga, at eingin skipað fólkaupplýsing hevur verið í Føroyum um týdningin av Vitamin D3, tikin saman við zink. Eingin betri og bíligari immunverja er – eisini móti COVID-19 o.ø. krímum.
Kanska er orsøkin tann, at framleiðarar av heilivági, farmaídnaðurin, heldur vil uppfinna og framleiða nýggjan og dýran heilivág.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo