BirkBloggur: Sum púra frívilligur og óviðgjørdur tíðindanarkomanur havi eg í eina tíð grundað yvir, hví gestir eru í sendistovuni, tá Kringvarpið hevur Dag og Viku.
Eitt er, at sendingarnar eru ógvuliga stuttar og hartil ikki hvønn vikudag, og slettis ikki sunnukvøld, ið eg fati sum prime time fyri sjónvarpstíðindi, annað er at journalistiska heildarinnihaldið verður sjálvdan viðgjørt, soleiðis at tað kann fatast sum kvalifiserað, tá tað kemur um senukantin til okkum hyggjarar at taka støðu til, ella skifta orð um úti í teim smáu føroysku stovunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo