Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gunnar Christiansen í Klaksvík er gott troyttur av verkfallinum og av Pedagogfelagnum.

Á síðuni hjá Hjálparfólkafelagnum skrivar hann soleiðis:

- Eg haldi ikki, eg kann siga tað meira greitt. Eg eri einigur í ØLLUM, sum námsfrøðingarinir biðja um at fáa og at broyta, fyri at fáa betri karmar. Men tey fáa ikki mín stuðul, so leingi sum Jógvan Philbrow og hansara nikkudukkir í felagnum brúka tey veikastu í samfelagnum sum vápn.

- Jógvan gjørdi eisini hetta í 2017 og segði noy til at stuðla soninum hjá okkum, sum kravdi 1 til 1 alt samdøgrið. Vit mistu bæði dagstovn og náttarstuðul í senn.

- Um námsfrøðingarnir, sum deildu eitt vikuskema millum sín uppá 12 fólk (9 í dagstovn, 3 í náttarvakt) ikki orkaðu tað, hvussu fanin skulu foreldrini so klára tað sjálvi??

- Har má vera eitt trygdarnet fyri at verja heilsu og lív hjá teimun veikastu.

- Sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu ongantíð funnið uppá at koyrt tey gomlu til hús av ellis- og røktarheiminum. Hví ger Pedagogfelagið so hetta?

Gunnar Christiansen skrivar eisini inni á síðuni hjá Pedagogfelagnum.

Har sigur hann, at tá Pedagogfelagið fer eftir teimum, sum ikki kunnu siga frá, tá missa tey seg sjálvi burtur.

- At síggja Hjálparfólkafelagið ikki stuðla tykkum við at fara eftir teimun veiku, tað gevur mær vón um eina góða framtíð.

- Vissi sjúkrarøktarfrøðingarnir sendu øll á ellis- og røktarheimunum til hús, tí tey skuldu í verkfall, hvussu skjótt halda tit verkfalsrætturin hevði verið broyttur hjá teimun?

- Tað eru so nógvir góðir pedagogar í felagnum, men Jógvan Philbrow og hini oyðileggja alt fyri tykkum.

- Um tvær vikur eru øll í summarferiu og bara tey veikastu kunnu tá verða rakt av tykkum.

- Klárar felagið at hava verkfall gjøgnum alt summarið? Hava tit veruliga hugsað so stutt, spyr Gunnar Christiansen at enda.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo