Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Eg eri ein einlig mamma at vaksnum barni, ið ber brek. Hvørki frítíð ella arbeiðstíð hanga saman, og eg átti helst langt síðani at verið sjúkrameldað. Um bara skipanin tók støði í einstaka borgaranum, so hevði verið so nógv betri. Men av tí at skipanin er so stirvin, fái eg ikki tað, sum er best fyri okkum. Ofta tykist tað sum um, at skipanin ikki er til fyri okkum, men at vit skulu passa inn í skipanina.

Soleiðis kann støðan hjá avvarðandi at vaksnum børnum, ið bera brek, og sum standa á langa bíðilistanum eftir vardum bústaði, lýsast. Gerandisdagurin er sera avbjóðandi, tey gerast strongd, og tað at leggja dagin til rættis og varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin viknar og við tíðini hvørvur.

Tá hetta er støðan fyri mong, spyr MEGD: hvat skulu vit gera, meðan vit bíða?

Lítil lætti kann gera stóran mun
Stóri tørvurin á bústøðum til fólk, ið bera brek, ger, at tørvurin á tænastum og veitingum til dømis frá Almannaverkinum alsamt økist. Hetta tykist óskynsamt og virkar ikki altíð til fyrimunar fyri tey, ið tørvar tær.

Skipanir eru ov stirvnar, har tørvurin hjá borgarum og avvarðandi teirra millum annað er eyðkendur av manglandi stuðulstímum, tilboðum og tørvi á koyring. Í nøkrum førum eru tilboðini á markamótinum millum land og kommunu, og tá detta avvarðandi og borgarar ofta niðurímillum.

Afturat bíðitíðini broytist støðan, tá ið barnið gerst 18 ár og enn er heimabúgvandi. Bæði tilboð og hjálp fellir burtur, eisini møguleikin at fáa endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku. Hóast lógin broytist, so broytist tørvurin hjá familjuni ikki. Gerandisdagurin er júst hin sami, og tá ið børnini ikki fáa tað, teinum tørvar, fellur øll ábyrgdin á foreldur og avvarðandi uttan at nakar spyr um orku ella umstøður.

Hjá fleiri hevði ein lítil lætti gjørt stóran mun, men í verandi skipan gerast alsamt fleiri strongd, onnur verða sjúkraskrivað, talið av hjúnarskilnaðum økist, og uppaftur onnur verða send heim við veiting fyri mista inntøku.

- Hóast eg ynski at vera veranda á arbeiðsmarknaðinum allar dagar í vikuni, havi eg verið noydd til at søkja um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, men tað var mær noktað. Og hvør er annars vinningurin? Tørvur er á mær á arbeiðsmarknaðinum, eg havi eitt gott starv, sum mær dámar, góðar starvsfelagar, so at fáa pengar fyri at vera heima er tó eingin ynskistøða, sigur mamman.

Við hesum missa vit sum samfelag góð og sunn persónlig sambond og virðismikla arbeiðsmegi, samstundis sum støðan hjá borgarum gerst ótolandi.

Øll kunnu bíða, um tey vita, hvussu leingi, men í hesi støðuni er heldur ikki tíðarskeiðið av bíðitíðini greitt. Eiga vit bara lata standa til ella ber til at finna loysnir?

Ferð á bygging
Vit gleðast um, at skjótt stendur nýggja heimið á Mýruni í Hoyvík liðugt, sum tilsamans eru ætlað 18 fólkum. Eisini verður nú bygt bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu, sum hevur seks búpláss, seks umlættingarpláss og eitt dagtilboð til 16 børn og ung.

Men í meðan vit bíða eftir fleiri bústøðum, vaksa bíðilistarnir.

Í dag hava vit 244 bústaðir til fólk, ið bera brek, og í eini meting, sum Almannaverkið hevur gjørt, verður tørvurin til vardan bústað tey komandi tíggju árini 503. Av teimum 244, sum í dag hava bústað, tørvar 86 av teimum annan bústað innan 10 ár. 170 eru í dag á bíðilista og hava sum er einki bútilboð.

So nýggja byggingin hjálpir ikki teimum, sum bíða.

Vit skulu við øllum hesum í huga sum skjótast finna fígging og fáa ferð á bygging, og størri atlit eigur at verða tikið til tørvin hjá einstaka borgaranum og avvarandi teirra. Skipanir skulu vera meira lagaligar við, at vit gera okkum greiðari, hvussu vit virðiligari og skynsamari skipa stuðul og hjálp til borgarar.

- Eg orki ikki meira. Um støðan ikki broytist, veri eg sjúkrameldað ella missi arbeiðið, og tá er einki vunnið, hvørki fyri meg, barn mítt, samfelagið ella nakran annan.

Spurd um, hvat kundi hjálpt, meðan vit bíða, er svarið:

- Tillaga skipaninar soleiðis, at tær møta tørvinum hjá einstøku familjuni. Tá gerst gerandisdagurin so nógvar ferðirnar liviligari hjá øllum pørtum - bæði hjá borgarum og eisini við orku og trivnað hjá avvarandi. Men tað, sum hevur størstan týdning, er, at fleiri bústaðir verða bygdir, so vit fáa givið okkara vaksnu børnum egið heim, har tey eru saman við øðrum og í einum mennandi og gevandi umhvørvi.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo