Skulu politikarar nú fara inn og stýra hvørjir bólkar í samfelagnum skulu fáa lønarlyft, og harvið eisini hvørjir ikki skulu fáa? Nei, heldur eiga politikarar at virða frælsa samráðingarrættin, og lata fakfeløgini samráðast um hesi viðurskiftini.
At fara inn og velja einkultar bólkar út og taka teir framum aðrar er ikki rætti vegurin, tí allir arbeiðsbólkar ynskja sjálvandi lønarlyft. Tað einasta sum hetta elvir til er split millum arbeiðsbólkarnar.
Vit í Sambandsflokkinum lýstu til løgtingsvalið við, at vit vildu fara inn og hyggja uppá at loysa trupulleikan, ikki við lønarlyftum, men øðrum tiltøkum, so sum, at fáa eitt tilboð til vaksnamanna lærlingar sett á stovn. Við hetta fáa vit fleiri útlærdar persónar, bæði innan byggiøkið og heilsuøkið, o.s.f.
Ein forðing fyri, at nógv ikki vilja taka eina lærlingaútbúgving í dag er, tí sum so nógvir aðrir føroyingar gera eftir lokið skúlaskeið er, at teir fara at arbeiða og prøva ymiskt, og skjótt eftir hetta endar tað ofta við, at man blívur forelskað/forelskaður og fær familju og annað. Tá kann tann skipanin, sum vit hava í Føroyum ikki lofta hesum, tá tey so velja at fara í læru. Orsøkin er, at henda lærlingalønin klárar ikki at forsyrgja bæði hús og familju.
Eg hoyrdi Rutt Vang siga í Breddanum, at man hevði gjørt avtalur fyri sjófólk og hondverkarar sum arbeiða uttanlands. Hondverkarar, sum arbeiða uttanlands fingu eina avtalu í lag, so teir ikki betaltu dupultan skatt, tí man skal eftir lóg betala skatt í tí landinum, har man tjenar hesar pengar. Skipanin varð gjørd, so hon var til gagn fyri allar partar.
Nú er uppá tíðina, at man endurskoðar, hvussu vit kunna tryggja eina framtíð fyri øll tey, sum búgva í hesum landinum.
Hendan samgongan, sum nú situr, lovaði ein nemmari gerandisdag, og higartil hevur hon onkið annað enn givið familjum í Føroyum nýtt órógv. Eitt orðatak er, tjenar man meir, brúkar man meir.
Martin Drangberg
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo