BirkBloggur: Fyri tíggju árum síðan kom Atlas til heim og skúla út. Eftir fýra ára viðgerð, eisini við málkønum fólki úr Vági, sum tá sótu í Málráðnum, kom atlasið út í 2014.
Nú eru tíggju ár umliðin.
Sum sæst omanfyri hava Suðuroyggjar ikki verðið nevndar annað enn Innaru og Ytru Hebridur. Til ber at trýsta á myndina og hon verður størri. Hvat tingmaðurin Heindrikkur Old fyri hampuliga tingmannaløn og tingmannapensjón úr Føroya best umboðaðu bygd, Vági, meinar við, tá hann sigur, at tey í teim hægru stættunum í Havn, nú eru farin at siga Suðuroyggjar, og ikki Hebridur, ljóðar eitt sindur gruggut.
Serliga, tá fremsti málmaður í Málnevndini var júst úr Vági, og sama bygd, alt gott um hana, er hin best umboðaða í Føroya politisku tingsøgu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo