Einfaldur spurningur, men ikki einfalt svar letur til.
Í vikuni sum fór hevur umrøða av enn einari lokalari loysn fingið nógva umrøðu. Í øðrum bólki hevur eisini verið samskift um hesa loysn. Eitt nú hevur verið víst á gøturnar í Tórshavn.
Rætt er, at kommunan hevur lagt stóran dent á at gera gøtur í Havnini og tøkk teimum fyri tað.
Læt okkum eisini semjast um, at tað er meira at síggja um tú líka fer av gøtuni út í Kallin, Trælanípuni ella í Mykinesi enn tað er at fara av gøtunum omanfyri Havnina. Tú kemur tættari eggini og sær niður í tað blánandi hav, fær eina nærmynd av sildberanum ella bara eitt kick av brattlendinum.
Gøtur skulu fíggjast og hvør metur av gøtu er hópin dýrari ella truplari at gera á smáplássum, í onkrari brattari líð langt frá landsvegi enn tær eru har lætt er atkomuligt, td. við góðari útgerð, atbeiðsfólki og tilfari.
Kallsgarður Trøllanes vísir á eina avbjóðing, sum á summum plássum er ein stórur trupulleiki, nevniliga ótálmaður ferðafólkastreymur.
Tær lokalu loysnirnar við avmarkingum, eftirliti, atgongumerkjagjaldi (kært barn har mange navne) ella ferðaleiðarakravi hava allar ein felags leist.
Vit føroyingar gjalda einki, gjaldið verður nýtt til at gera ábøtur og løna lokalum starvsfólkum og eru við til at verja nátturðuna, fugla- og djóralívið og geva bygdarlívinum ein møguleika at halda fram.
Hetta botnar í einari íbygdari ábyrgdarkenslu fyri tí tilfeingi sum nátturðan er, fyri tí fólki har býr og skapar eisini tryggleika og skipaði viðurskifti.
Rætt, loysnirnar ikki eru 100% eins, men tær eru meiri eins og skipaðar enn tær eru óskipaðar og tilvildarligar, sum ávísir aktørar royna at lýsa tað.
Burðardygg ferðavinna við atliti til nærumhvørvi má føra við sær, at avmarkingar verða settar. Tað vita øll skilagóð og tilvitaði fólk. Nátturðan hevur bara eina rødd, nevniliga røddina hjá teimum sum hava ábyrgdina av jørðini.
So heldur enn at kasta øll bygdarfólk og alla lokala menning fyri bakka, áttu vit heldur at staðið saman um hesi lokalu framstig. Framstig sum øll eru gjørd uttan eitt einasta oyra av játtan á fíggjarlógini, øll gjørd av teimum sum vara av jørðini og uttan at ein einasti vanligur føroyingur skal gjalda eitt einasta oyra fyri at fara ein túr út á Trælanípuna, Mykinesar ella Kallin og onnur støð við.
Ferðafólkini gleðast um og síggja týdningin av at gera átøk. Tað sama gera flest allir føroyingar. Givið so, tað eru altíð nøkur, eitt fátal av ferðafólkum sum einki vilja leggja eftir seg. Hesi verða ongantíð við til at gera ferðavinnuna til ein nýggjan lønandi vinnuveg.
Hvør veit kanska fáa lokalu initiativini hjá festibóndum og óðalsfólki, sum eisini stovnaðu Jarðir og keyptu hiking.fo heiðurin sum Ársins Vinnuátak einaferð í framtíðini.
Livst so spyrst.
Lokal hugskot er sanniliga burðardygg menning og eiga tey sum vara av jørðini ikki eina sjálvsagda rødd í nevndini í Visit Faroe Islands og øðrum almennum fora, har hesin nýggi vinnuvegur verður umrøddur og mentur?
Jarðir meinar avgjørt at alt annað er ørskapur.
Framhaldandi gott summar og góða tjóðarhátíð øll somul.
Jarðir
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo