Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veðurstovan/Jeanne Mangerel: Hvat meina veðurfrøðingar við, tá teir siga… …yvirhøvur skýggjað og ælaveður, hitin verður millum 8 og 13 stig? …frískur vindur upp í strúk av útsynningi, samdrigið og regn? …yvirhøvur turt og sól?

- Hví sigur veðurfrøðingurin frískur vindur upp í strúk? Eg siti her í havanum í stilli og sólin skínur oman og niðan. Og so er tað eisini nógv lýggjari enn hvat forsøgnin segði... -Hví er tað turt hjá okkum allan dagin, tá ið forsøgnin boðar frá ælaveðri?

Ja, hvat meina vit í grundini? Veruleikin er, at veðurfrøðiligu hugtøkini eru lýst gjølla í mannagongdum hjá altjóða veðurfrøðiliga felagsskapinum, World Meteorological Organization, eisini kallað WMO. Mátingar so sum vind, hiti, trýst og avfall skulu lúka nøkur ávís krøv, sum londini, ið umboða hendan felagsskapin, eru vorðin samd um. Tá ið allar mátingar kring heimin lúka somu treytir, so kunnu tær brúkast til at samanberingar, og hetta ger tað gjørligt hjá veðurfrøðingum at meta um veðurlagið kring heimin. Veðurmátingar verða eisini brúktar til at byggja veðurmodell, ið vera koyrd fleiri verðir um døgnið í tráð við at nýggjar mátingar verða skrásettar. Hetta ger eisini, at veðurmodellini við tíðini gera neyvari veðurforsagnir.

Hvat er tað fyri vindur, ið boðað verður frá? Av tí at vindurin á jørðini er ávirkaður av trøum, bygningum, fjøllum og annað, eru londini í WMO vorðin samd um at vindurin skal mátast í 10-metra hædd. Harumframt skal lendið rundanum vera nóg slætt og mátistøðin vera í einari góðari frástøðu frá tingum, ið kunnu ávirka vindmátingina. Tað er altso 10-metra vindurin, sum forsagnir spáa um, og tí ber væl til hjá fólki at sita í lívd úti í havanum, hóast forsøgnin samstundis hevur boðað frá vindi.

##med2##
Mynd: thoughtco.com. koppvindmátari, ið mátar vindmegi, og vindhani, ið mátar ættina

Hvat er tað fyri hiti, ið spátt verður um? Hitin broytist nógv alt eftir um undirlagið til dømis er asfalt, vatn ella gras. Eisini kann sólin skína so mikið nógv, at ein hitamátari hitnar innan í. Tískil kunnu hitamátarir viðhvørt mátar nógv hægri hitastig, enn hvat luftin í umhvørvinum hjá mátitólinum í veruleikanum er. Av hesari orsøk, so hava londini í WMO viðtikið at man mátar hitan í einari hædd, sum er tvær metrar omanfyri lendið. Hartil skal ein hitamátari vera vardur fyri sól og yvirflatum, ið kunnu vera við til at hitna ella kølna luftina rundanum. Fyri at fáa hesar umstøður hevur man frá gamlari tíð brúkt enskar hyttur, eins og víst á myndini niðanfyri, fyri at fáa eina umboðandi máting av hitanum. Nýmótans mátitól hava ofta eitt skjøldur sett upp á mátitólið.

##med3##
Mynd: Til vinstru, ensk hytta hjá DMI. Til høgru, hitamátari á veðurstøðini í Havn

Tá veðurfrøðingar spáa um hita, so so er tað hitin í tvær metrar hædd, ið spátt verður um. Tískil ber væl til at sita á terassuni í sólskini og lívd og síggja hitamátaran máta væl hægri hitastig, enn hvat forsøgnin hevur boðað frá. Hetta tí at luftin er ávirkað av øllum teimum lokalu viðurskiftini rundanum, sum ein veðurforsøgn als ikki kann spáa um. Hinvegin kann hitin í tvær metrar hædd væl samanberast við hitanum onnur støð í heiminum, har sum mannagongdirnar hjá WMO eru fylgdar. Tí er hitin í tvær metrar hædd heilt grundleggjandi fyri okkara fatan av veðurlagnum.

Sól og skýloft: Tá tosað verður um skýloftið og sólini, so er væl lýst hvat ymsu hugtøkini lýsa. Tá ið veðurfrøðingar hyggja eftir mongdini av skýggjum í luftini, so er mannagongdin at man deilur himmalin upp í áttandapørtum, eisini kallað okta á fakmáli. Tá tað er gjørt, so verður mett um, hvussu nógvir áttandapartar eru tildekkaðir av skýggjum.

##med4##

Orsøkina til at áttandapartar eru brúktir er, at man hevur mett tað vera skilabesta mannagongdin fyrst at deila himmalhválvið upp í helvt (4 okta), síðani í fjórðingum (2 okta) og at enda í áttandapørtum (1 okta). Tá ið veðurforsøgnin sigur (smá- ella hálvskýggjað), so merkir tað, at veðurfrøðingurin hevur mett, at ímillum 1/8 og 5/8 av himmalhválvinum er tildekkað av skýggjum í einum givnum tíðarskeiði. Hetta merkir samstundis, at tað eru líkindir fyri “nakað av sól ella sólglottum”.

Regn og ælaveður: Veðurfrøðiliga er stórur munur á regn og ælaveður, tí hesi uppstanda í ymsum luftnøgdum. Regn kemur oftani fyri, tá ið brúgvaløg fara framvið. Tá kann vera samregn í eina góða løtu. Um brúgvalagið er veikt, ella um ættin er góð eitt ávíst stað, so kann regnið tó eisini upplivast sum eina samanseting av regni og sirmi ella drivi. Hetta er serliga galdandi, tá slavið luftrák fer inn yvir Føroyar eftir at ein hitabrúgv er farin framvið. Hinvegin eru ælini nakað øðrvísi. Æl koma oftani framvið, tá luftrákið omanfyri okkum er kaldari og turrari. Sjógvurin kring Føroyar er tá heitari enn rákið omanfyri, og tí kann luftin niðri á jørðini rísa uppeftir. Tá hon ger tað, kølnar hon og letur vætu frá sær. Luftin er nú blivin til skýggj, og løtu seinni til eitt æl, ið regnar vætuna frá sær.

##med5##
Suðuroy, Akraberg undir regni, támi og lágum skýggjum

Niðri á jørðini uppliva vit regn og ælaveður ymiskt. Regn heldur áfram í eina løtu, møguliga meira enn ein tíma. Tá ein stór hitabrúgv fer framvið, kann tó vera samregn í eina góða løtu, viðhvørt ein heilan dag. Afturvið regni kann tað eisini vera támut í veðrinum, eins og á myndini omanfyri, men sum frá líður verður lýggjari enn áðrenn hitabrúnna. Hinvegin kunnu ælini hava við sær meira regn uppá styttri tíð. Ælini plaga ikki at vara leingi, oftanni styttri enn ein hálvan tíma. Er nógvur vindur, kann ælið tó fara skjótt framvið, og tá slítur í eftir fáum minuttum. Í ælaveðri er luftin sum oftast turr og frísk, og oftani kann tað vera heilt klárt í veðrinum eftir at eitt æl er farið framvið. Tískil er eisini gott sýni ímillum ælini, serliga um tey eru fá í tali.

##med6##
Cumulonimbus-æl við ambolti. Kelda: Vejret.info

Júst hetta er orsøkin til, at tað í støðum kann vera turt allan dagin, ímeðan ælini fara framvið onnur støð í landinum. Júst nær ið ælini vera gjørt og hvar tey fara framvið er sera trupult at spáa um, sjálvt við best møguligu útgerðini. Ta er bert møguligt hjá veðurfrøðingum at boða frá, at luftin í einum ávísum øki hevur teir eginleikar, ið skulu til fyri at ælini kunnu gerast. Men júst hvar ið ælini blíva til er sera trupult at spáa um.

Til samanberingar plagar man at siga, at ælaveður er sum tá ið man kókar vatn í einari grýtu. Tað ber væl til at spáa um, at bløðrur koma upp úr vatninum, men tað ber ikki til at spáa um, júst hvar bløðrurnar koma upp.

Tá eitt æl er gjørt ber hinvegin til at fylgja gongdini í ælinum við nýmótans radaratøknu ella fylgissveinamyndum og harvið koma við einari meting um, hvønn veg ælini flyta seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo