Betesda: Mikukvøldið 13. september kl. 20 verður tað fyrsta av íalt fimm møtum, har Óli á Grømma Jacobsen fer at tala um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Ætlandi verða fundirnir hesir:
Mikukvøldið 13. september kl. 20:00 Jósef 1
Sunnukvøldið 17. september kl. 18:00 Jósef 2
Mikukvøldið 20. september kl. 20:00 Jósef 3
Mikukvøldið 27. september kl. 20:00 Jósef 4
Sunnukvøldið 1. oktober kl. 18:00 Jósef 5
Óli á Grømma Jacobsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hava hann og konan, Judy, verið í fulltíðar tænastu fyri HARRAN, síðan tey vóru heilt ung.
Longu sum 17 ára gamal, á heysti í 1962, kendi Óli seg kallaðan av Harranum at fara í fulltíðar tænastu fyri Hann, og árið eftir fór hann eitt skiftið til Íslands í tænastu Harrans.
Tvey ár seinni, í 1965, fór Óli til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM). Eftir hetta, í 1968, fóru hann og Judy í fulltíðartænastu hjá NTM, har fyrsta uppgávan hjá Óla var at vera leiðari og lærari á trúboðaramálskúla. Har virkaðu tey í 14 ár.
Í 1982 vórðu tey av NTM send til Filipsoyggjarnar, har tey virkaðu fyri Harran í 10 ár.
Síðan 1993 hava tey bæði virkað sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.
Í løtuni eru Judy og Óli heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur, og í hesum sambandi fer Óli – sum nevnt – at luttaka á nøkrum møtum í Betesda komandi vikurnar, har hann fer at tala um bíbilska persónin Jósef.
Tað fyrsta av hesum møtum verður mikukvøldið 13. september kl. 20, har eisini ein drekkamunnur verður at fáa aftaná.
Hjartaliga vælkomin :)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo