Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað verður í løtuni arbeitt við at fáa hert revsingina fyri kynslig brotsverk. Ætlanin er, at revsingin skal verða harðari fyri tann, ið fremur kynslig brotsverk. Lógarbroytingin verður líknandi donsku lógarbroytingini, ið varð framd fyri nøkrum árum síðani. Hetta er eitt stig tann rætta vegin.

KRIS heldur tó samstundis, at lógarbroytingin eisini eigur at fevna um krav um viðgerð til tann, ið hevur framt brotsgerðina.

KRIS metir, at fyribyrging fyri framtíðar kynsligum brotsverkum eigur at fáa ein nógv størri leiklut í broytingini í revsilógini. Hetta saman við herðingini av longdini av revsing.

KRIS hevur í nærum 25 ár arbeitt við ráðgeving og hjálp til tey, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og avvarðandi teirra. Tíverri sær hesin trupulleiki ikki út til at verða minkandi - kanska heldur vaksandi. Fyrispurningar til KRIS um ráðgeving og hjálp eru øktir nærum hvørt einasta ár.

Tískil metir KRIS, at tað eigur at verða arbeitt nógv meiri við fyribyrging á stovnum, skúlum og arbeiðsplássum – bæði innan almenna, kommunala og privata økið. Endamálið eigur at verða; at trupulleikin verður so mikið væl lýstur, at hann í framtíðini verður burtur. Hetta krevur, at vit menniskju frá ungum árum eru tilvitað um, hvat er rætt og skeivt í samband við kynslív – og hvørji mørkini eru.

KRIS hevur seinastu nógvu árini arbeitt miðvíst við fyribyrgjandi átøkum. Hesi átøk hava verið upplýsing í almenna rúminum og undirvísing og skeið á stovnum/skúlum. Vit hava tíverri ikki nátt á mál enn – og koma tað neyvan. Hetta er eitt áhaldandi arbeiði, sum krevur nógva orku og tíð - og eisini vilja og dirvi frá stovnum og skúlum kring landið.

KRIS metir, at tað er av stórum týdningi, at tey, sum hetta rakar – bæði persónin sjálvan og sanniliga eisini tey, sum vara av, ikki verða gloymd. Tað hava nógv ymiskt góð uppskot verið til viðgerðar seinastu árini. Her verður hugsað um móttøkuhús, barnaváttanir og Vinnuhúsið hevur eisini heitt á privatar arbeiðsgevarar um at orða ein politik viðvíkjandi hesum. Hesi eru øll góð átøk og vónandi við til at fyribyrgja kynsligum ágangi.

KRIS heldur tó, at tað er av alstórum týdningi, at starvsfólk á stovnum, skúlum og privatum arbeiðsplássum fáa ráðgeving og undirvísing í hesum evni við jøvnum millumbilum.

Á hendan hátt kann evnið gerast lættari at tosa um – og harvið vilja starvsfólk og vit sum privatpersónar verða betri ílatin til at handla, tá ið slíkar støður gera seg galdandi, tí hesar støður eru tíverri galdandi – eisini beint nú í hesi løtu.

KRIS

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo