Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í farnu viku hendi tað søguliga, at ein nýggj bíbliutýðing varð løgd alment fram; eitt skreytverk, ið tað hevur tikið 16 ár hjá týðaranum at skapa.

Tað eru fleiri søguligar fasettir í hesi hending.

Fyri tað fyrsta er Sjúrður Højgaard tann einasti bíbliutýðarin í Føroyum, sum er á lívi.

Fyri tað næsta hevur Sjúrður týtt bíbliuna einsamallur maður.

Fyri tað triðja ganga Føroyar fyri at vera eitt kristið land; bæði trúarliga og mentanarliga. Henda trúgvin úr miðeystri er vovin inn í alla møguliga lóggávu í landinum; eisini ta hjá almenna kringvarpinum. Fyri at siga, sum er: Mann fær næstan ikki gingið fyri kristindómi.

Á nútíðarinnar síðulinju, sum seinni verður til søgu, hava vit eitt kringvarp, sum øll gjalda fyri. Somumegin hava vit aðrar einskildar miðlar, sum í størri og minni mun fáa skattafíggjaðan styrk.

So upprennur dagurin, at nýggja bíblian verður løgd fram fyri fólkið á almennum tiltaki í tí stórbæra stað, Løkshøll, í Runavík.

Men har var bara ikki ein kjaftur frá miðlunum og dekkaði framløguna.

Er tað veruliga so, at um ein søgulig hending fær almennan dekning ella ei, er treytað av, hvør stendur aftan fyri ta aktuellu søguligu hendingina?

Skal ein søgulig hending krógvast, tí mann kanska ikki dámar ella er samdur við høvuðspersónin, ið eigur tað mentanarliga avrikið?

Er tað tað, sum er trupulleikin?

Svarið er allarhelst og tíverri - ja.

Tí má politiska skipanin fremja eina miðlanýskipan. Lat okkum byrja umaftur. Verandi sosialt sjúka skipan má eftir mínum tykki niðurleggjast. Alt má gerast av nýggjum.

Hugvekjandi er, at um sama mundið, nýggja bíblian var floygd, sendi sjónvarpið innslag um ein einskildan ølfestival í Havn. Stívliga tríggir sjónvarpsminuttir eru um øl - men eingin um ta ráru hending, at nýggj føroysk bíblia er útkomin.

Eg eri ikki ein teirra kristnu, og eg drekki ei heldur øl. Bæði fráhaldini eru óivað gagnlig fyri ein sjálvan og hini rundanum. Men eg haldi, at eg fari at blanda meg eitt sindur uppí á tíðindamótinum og koma við hesi meting:

Um kringvarpið hevði hirt at svarað hesi atfinning frá mær og øðrum, hevði tað mestur vart seg við, at hatta var eitt redaktionelt val; mann hevur valt at varpa ljós á hetta og ikki hitt. Sum um at mann er øgiliga klókur og hevur okkurt slag av krystallkúlu standandi á redaktørborðinum.

Eg skal heilsa og siga - bæði sum avvandur tíðindamakari og lurtari - at tað liggur hvørki krystall ella fakligur klókskapur aftan fyri slík redaktionell (frá)val. Sambært egnum royndum er hatta eitt heft, sosialt grundað frával av summum og tilval av nøkrum øðrum.

KvF er blivið ein alment fíggjaður leikvøllur fyri útvald.

Høgni Mohr
rithøvundur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo