Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Í NLD-verkætlanini verður kannað, hvussu dagstovnaleiðarar útinna námsfrøðiliga leiðslu. Verkætlanin fylgir Appreciative Inqiury-hugsanarháttinum, ið fyrst og fremst setur fokus á dagstovnaleiðarar, ið hava væl eydnaðar royndir við námsfrøðiligari leiðslu. Ætlanin er at kanna, hvat virkar hjá hesum leiðarum. Endamálið er at fáa til vega vitan, ið kann brúkast til at hugkveikja aðrar dagstovnaleiðarar, tá ið tað kemur til at styrkja námsfrøðiliga leiðslu.

Til tess at fáa eina so breiða lýsing, sum til ber, verða samrøður gjørdar við bæði leiðararnar og teirra starvsfólk. Úrslitini av hesi lýsing verða hildin upp í móti, hvussu dagstovnaleiðarar í Chicago útinna námsfrøðiliga leiðslu. Í mun til norðurlendsku londini hevur verið meira fokuserað upp á leiðslu og námsfrøðiligu leiðslu í Chicago ígjøgnum eitt longri tíðarskeið.

Verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini við kr. 87.164 og Tórshavnar Kommuna hevur stuðlað við 40.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo