Tað er hugstoytt at frætta, at 28 sjúklingar skulu til Danmarkar í skannara, sum eins væl kundi verið gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Er tað veruliga soleiðis, at hóast løgtingið hevur játtað pening til starvsfólk, neyðuga vitan og útbúgving, sum knýtt er at nýggjar skannarinum í Klaksvík, so vil Landssjúkrahúsið ikki góðtaka at skanningar verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Um tað er soleiðis, at tað enn vantar útbúgvi fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsið til at gera neyðugu skanningarnar, hevur so landsstýriskvinnan givið nøktandi upplýsingar til løgtingið, sum fyrr í ár játtaði serstakan rakstur til júst at útbúgva starvsfólk, so skannarin kundi koma í brúk beinanvegin?
Tí er spurningurin eisini, hvør hevur givið landsstýriskvinnuni ráðgeving.
Tað er einki minni enn ein skandala, um hendan týdningarmikla íløga ikki kemur sjúklinginum til gagns beinanvegin, og harvið kann bæði fyribyrgja og skunda undir viðgerðartíðini.
At vit við einari skanning í Føroyum kunnu geva skjóta og góða hjálp, samstundis sum vit spara hópin av peningi, eigur at vera í áhuga hjá bæði leiðsluni á Landssjúkrahúsinum og ikki minst hjá landsstýriskvinnuni.
Eg vóni, at frágreiðinigin ikki er manglandi vilji til at loysa hetta átrokandi mál fyri sjúklingin.
Jógvan Skorheim
býráðslimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo