Eitt ískoyti til afturvendandi kjaki, almennu úttalilsini og hugtøkini “Rúsevni, sálaravbjóðingar, ADHD og tey ungu”.
Hvat er rúsevni? Rúsevni er eitt orð.
Springaradráp! Sex! Rúsevni!
Hví smíða og nýta vit orð?
Endamálið er at lýsa og skapa eina fatan av einum hugtaki, einum fyribrigdi, einum luti o.ø., fyri at tilevna eitt grundarlag til hugsan og hugleiðingar, til hugsjónir, til samskifti, kjak og avgerðir.
Øll tilevna vit ímyndir í okkara hugaheimi, tá ið vit hoyra eitt orð.
Gud! Helheimur! Sálaravbjóðingar!
Orð fáa okkum at skapa ímyndir í okkara sinni, og ímyndin skapar kenslur í okkara kroppi.
Men eitt orð er tó bert eitt ljóð - bert ein vegvísi – bert eitt skelti, sum vísir veg til nakað heilt annað enn seg sjálvt.
Tað skeltið, sum vísir vegin til bygdina, er jú ikki sjálv bygdin.
Soleiðis eisini við orðinum. Tað skal einans vísa veg.
Men hvat nú, um orðið ikki lýsir lutin rætt, og hvat um tað viðvirkar til eina skeiklaða fatan av veruleikanum.
Kann eitt orð tá vera til størri skaða enn gagn?
Ja!
Set eitt skeivt skelti upp, og tú villeiðir øll, sum koma framvið.
Betur var um skeltið varð burturbeint, ella um einki skelti var.
Soleiðis er eisini í samskifti og kjaki.
Orð kunnu vera ein hjálp.
Orð kunnu eisini avmarka og villeiða teg frá veruleikanum og fáa teg á skeiva kós.
Rúsevni! Rúsevnisumhvørvi! Rúsevnistrupulleikar millum tey ungu!
Vanda tær um orðini, og tøgnin er sum gull.
....................
Men hvat er hetta so fyri nakað, ið kjakast verður um?
At menniskjan rúsar seg er jú eitt elligamalt alheims fyribrigdi.
Vaknar eitt menniskja bara ein morgun og tekur eina tilvitaða avgerð um at gerast ein rúsevnismisnýtari?
Nei! - hóast svarið ikki er heilt so einfalt.
Onkuntíð gagnar tað at spyrja “Hví” og ikki bara “Hvat”.
Hví søkir menniskjan rúsin?
Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men ein høvuðsorsøk er, at menniskjan hevur eitt djúpt ótilvitað ynski um at fáa tað betur – um at hava tað gott – um at sleppa undan pínu og at fáa ein linna, og um vit eygleiða erligt, so síggja vit øll, hvussu henda tráan arbeiðir í okkum sjálvum.
Øll søkja vit okkara vælveru, og øll hava vit okkara “rúsevni”.
Kaffikoppurin, Tann dagligi rennitúrurin, Sjussurin, Peningurin, Tann góði filmurin, Tann flotti bilurin, Arbeiðið, Cannabis, Havdyppingin, Ritalin, Slaturin, Sigarettin, Orkudrykkurin, Shoppingin, Kirkjan og samkoman, Ein øl ella tvær, Sosiala samveran, Kokain, Ítrótturin, Sertralin, Sex, Makin og børnini, Chips og dipp, Morfin, Facebook, Bindiklubburin, Oxapax, Tann lekra máltíðin, Vínglasið, Blandað bomm, Venjingin í fitness, Panodil o.s.v.
Rúsevni! Rúsfyribrigdi!
Og øll hava vit eisini upplivað kensluna.
Sigursrúsin, Alkoholrúsin, Maktrúsin, Hashrúsin, Frelsisrúsin, Kærleiksrúsin, Kokainrúsin, Sexrúsin, Sigarettrúsin, Matrúsin, Peningarúsin o.s.v.
Rúsevni! Rúsfyribrigdi!
Hvat hava øll hesi menniskju til felags: tann, sum fer á barr - tann, sum fer til fólbóltsdyst - tann, sum fer á møti – tann, sum roykir cannabis – tann, sum søkir stjórastarvið – tann, sum hevur sex – tann, sum situr avdottin – tann, sum fer til arbeiðis – tann, sum tekur heilivág – tann, sum fer til fitness og tann, sum etur bomm?
Tey royna øll, ofta ótilvitað, at fáa tað betur – at finna sæluna – at finna vælveruna.
Málið er hitt sama. Hættirnir og avleiðingarnar eru ymiskar.
Og er nakað løgið í hesum?
Nei!
Sjálvandi er einki løgið í, at eitt menniskja roynir at fáa tað betur og roynir at finna eina hjálp, um tað er okkurt, sum plágar.
Tað kundi ikki verið meira natúrligt og menniskjaligt.
Og tað kundi heldur ikki verið meira natúrligt, at vit øll takla hetta sama fyribrigdi upp á so ymiskir hættir.
Tí hóast vit øll bera hetta sama íborna ynski um at hava tað gott, so hava vit so ótrúliga ymiskar fortreytir her í lívinum – uppvøksturin, umhvørvi, atgongdin, tilfeingi, traumaini, ílegurnar, samtíðin og amboðini.
Um til bar at fáa eyguni upp fyri, hvussu menniskjalig henda tráan er, og at vit øll bera hana, so góvust vit kanska við at tosa niður á og at kriminalisera tey, sum søkja linna sín á øðrvísi hátt enn vit sjálvi.
Kanska vit tá eisini góvust við at smíða orð um hvønn annan og komu nærri veruligu orsøkunum til hetta fyribrigdi.
Eitt nú pínan og sárini, sum vit øll bera – summi meir enn onnur – summi nógv, nógv meir enn onnur.
Og møguliga kundi samkenslan enntá so smátt byrjað at vakna í onkrum av okkum. “Áh góðasti tú. Eg síggi, at tú stríðist. Er tað nakað, sum eg kundi hjálpt tær við? “
...............
Men hvaðani stavar so hetta fyribrigdi, og hvat liggur til grund?
Og hví verður javnan varpað út, at hetta er nakað, sum er vaksandi í Føroyum í dag?
”Vaksandi rúsevnisnýtsla og órógv millum tey ungu”, “Bíðilistin til útgreining av børnum á Psykiatriska deplinum metlangur”, “Sølan av ADHD-heilivági tvífaldaður”, “Óstýrilig børn og ung”, “Ørkymlað foreldur”.
Hvørjar eru orsøkirnar, og hvat er at gera?
Meiningar hava verið fleiri at hoyrt, og vælmeinandi kvinnur og menn hava givið seg til kennar.
Vit skulu hava meira Politi.
Vit skulu hava størri játtan til Taks, tollarar og hashhundar.
Vit skulu hava meir pening til ítrótt, so øll ung kunnu íðka og hava okkurt at fara til.
Vit skulu hava fleiri møtir, so flest møguligt koma í kirkju ella samkomur.
Vit skulu hava størri játtan til sálarfrøðilig viðgerðartilboð.
Vit skulu upplýsa meir, ja nógv meira upplýsing um rúsevni og avleiðingarnar.
Lætt er at síggja, at hugsanirnar aftanfyri nógv átøk eru jaligar, men er tað nú veruliga so einfalt?
Fær hetta tørv okkara til rús at hvørva?
Hava vit yvirhøvur fatur á rætta endanum, ella stoyta vit óvitandi meir bensin á bálið?
Hvar kemur t.d. peningurin frá, sum skal fíggja allar hesar flottu bygningar og øll hesi vælmeintu hjálparátøkini, og hvar kemur tíðin frá, sum vit mugu brúka til hetta?
Leingir Harra Løgmaður bara samdøgrið og gandar meir pening fram eftir tørvi?
Er veruleikin møguliga heldur tann, at tað enn einaferð eru mamma og babba, sum mugu renna skjótari, arbeiða og framleiða uppaftur meir og aftur fortelja børnum sínum, at tey mugu vera meira burtur, meira strongd og meira kensluliga fráverandi?
Kann tað vera, at vit ikki skulu hava fleiri átøk og tiltøk, men færri?
Kann tað vera, at vit ikki skulu tosa um meira, men um minni?
Skulu vit kanska ikki seta ferðina upp, men niður?
Skulu vit kanska ikki tosa um stórt, men um lítið?
Kanska skulu vit tosa nógv minni um rúsevni? Kanska als ikki?
Kanska skulu vit finna onnur orð at seta ístaðin?
Hvat um vit fullkomiliga flyta fokus?
Hvat um vit flyta fokusið frá, at vit øll somul rúsa okkum og heldur spyrja okkum sjálvi, um tað er nakað, sum plágar okkara ungu, um tað er nakað, sum tyngir, og um tað er nakað, sum órógvar heilt inni í sálini.
Og um svarið er ja, og at hetta er eitt alsamt vaksandi fyribrigdi, so kundu vit hugsað um, hví so er.
Er okkurt her, sum vit vaksnu ikki geva okkum far um – okkurt, sum vit ikki hava fatað?
Eru vit farin av kós?
Er tað okkurt, sum vit hava mist burtur uttan at hava sansað tað?
Hvat hendir, um vit heilt gevast við at umrøða okkara ungu og heldur byrja at umrøða okkum sjálvi?
Vit eru jú tey, sum hava sett kósina og sum hava sett ferðina, og sum hava fulla ábyrgd.
Einum tørvar ikki eitt svar fyri at kunna byrja at hugsa, eygleiða og spakuliga seta spurningar.
Hvussu er okkara samfelag í dag, hvussu er okkara familjulív, hvussu eru okkara evni sum fyrimyndir, hvussu er okkara arbeiðslív og okkara tilknýti til tey ungu, hvussu er okkara umsorgan fyri børnunum, hvussu hugsa og hyggja vit eftir teimum, sum eru øðrvísi enn vit, hvussu er okkara málburður, okkara tíðarnýtsla, okkara nærvera og hjávera.
Hava vit givið okkum far um, at serfrøðingar eru, sum - uttan at algilda - peika á beinleiðis samband í millum sinnis- og sálaravbjóðingar hjá børnum, og so tað strongd, sum tey uppliva tey allar fyrstu árini í lívinum - enntá í móðurlívi?
Eru vit vitandi um, at gransking vísir, at strongd hjá foreldrum kann mátast í pissinum hjá smábarninum, og at hesi strongdarhormon ávirka heilamenningina hjá sama barni?
Hvat vita vit t.d. um avleiðingarnar av, at vit hava broytt, og í summum førum endavent, umhvørvið, fyrimyndirnar, nærleikan og tilknýtini hjá okkara smábørnum, børnum og ungu?
Nógvir áhugaverdir og lívsmyndandi spurningar eru, sum landsins leiðarar, arbeiðsgevarar, foreldur og vit øll kunnu seta okkum sjálvum, men tað krevur, at vit hava tíð, og at vit hava møguleika at steðga á - at vit kunnu dvølja eina løtu og hyggja inn í okkum sjálvi og inn í eyguni á børnum okkara og merkja eftir.
Ein týðandi førleiki, sum nútíðarsamfelagið og nútíðin illa loyvir okkum, og sum vit eru í fer við at missa burtur.
Ein kundi hildið fram.
Eru vit av tí fatan, at børn og ung altíð eiga at akta og at vera lýðin og óvitandi um, at mótstøða og ólýdni í stóran mun er ein sunn íborin mekanisma. Henda mekanisma skal t.d. verja í móti fremmandum ávirkanum. Ofta er tað tí ikki barnið, sum er frekt og treikst, men eitt manglandi tilknýti, sum natúrliga vekir hesa íbornu verjuskipanina í barninum.
Eru vit tilvitað um, at tá vit megna at vinna hjartað hjá barninum, so knýtir barnið seg sjálvt at okkum, gerst móttakiligt og ynskir at læra frá okkum. Ella trúgva vit, at vit kunnu mynda og uppala okkara børn, bara tí at vit eru størri, sterkari og klókari?
...............
Áhaldandi og allatíðina gera vit øll okkara gerandis val og raðfestingar - í bestu meining og eftir besta førimuni.
Í ein stóran mun er henda tilgongd ótilvitað.
Hesar raðfestingar avdúka tó, serliga fyri okkara móttakiligu børnum, hvat vit fata sum umráðandi og týdningarmikið, og hevur hetta eina heilt grundleggjandi ávirkan á teirra sjálvsfatan, menning og atburð - bæði nú og seinni í lívinum.
...............
Men hvørji vóru nú hasi orðini og endamálið við teimum?
At skapa best møguliga fatan av fyribrigdinum. At skapa eitt grundarlag fyri hugsan, hugleiðingum, hugsjónum, kjaki og avgerðum.
Rúsevni! Rúsevnismisnýtsla! Rúsevnisumhvørvi!
Hvat nú, um vit brúktu onnur orð ístaðin?
Skelti, sum peikaðu ein annan veg.
Kundi vit tá komið nærri veruleikanum og eini loysn?
Hvat við ørkymlan? Hvat við pínustillandi atburði? Hvat við tekin um skeiklað tilknýti? Hvat við forsømd hjørtu? Hvat við strongdartekin? Hvat við tekin um manglandi kensluligan nærleika? Hvat við sjálvhjálp?
At vanda sær um orðini er altíð gott.
Orðið skapar jú ímyndina, og ímyndin skapar (sam)kensluna.
Blóman opnar sjálv síni bløð, men bert tá umstøðurnar og viðurskiftini eru tey røttu, og tá kunnu vit til fulnar njóta vakurleikan og angan frá henni.
Illa ber til at noyða ella mutra hetta fram.
Soleiðis er í øllum lívsins viðurskiftum.
Alt hevur sín uppruna, og alt hevur sínar orsøkir.
Tað er ikki fyrrenn, vit fata samanhangin, at vit finna loysnina.
Við vón um at ávirka kjakið, almennu umrøðuna og fatanina av hugtøkunum “Rúsevni, sálaravbjóðingar, ADHD og tey ungu”, uttan tó á nakran hátt at lítilsgera ta ávirkan, sum ein og hvør misnýtsla viðførir, og alla ta vælmeintu hjálp, sum dagliga verður veitt.
Jan Thomsen
Rúsevnis(mis)nýtari?
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo