Seinastu tíðina hevur føroyska málstøðan fylt nógv í almenna, føroyska rúminum. Summi rópa varskó, meðan onnur trilva seg fram uttan mál og mið. Hvat er málið? spyrja vit.
Brot á 4. heimsmál hjá ST, sum Føroyar hava bundið seg til at halda
Fjórða heimsmálið hjá ST sigur, at vit skulu tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða undirvísing og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum. Hetta merkir, at vit hava skyldu til at veita teimum skúlanæmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál, dygdargóða undirvísing.
Í andsøgn við hetta heimsmálið visti KvF í tíðindunum hósdagin 30. mai at siga, at:
-
landsins størsta kommuna onga umsókn hevði sent UMMR um móttøkuflokk fyri fremmandmælt í fólkaskúlanum.
-
at Glasir hevði ætlanir um at stovna serligan miðnámsflokk við enskum sum undirvísingarmáli.
Tá ið landsins størsta kommuna onga ætlan hevur at tryggja næmingum við føroyskum sum øðrummáli undirvísing í føroyskum, hvussu skal úrslitið so gerast annað enn, at enskt verður undirvísingarmál á miðnámi? Loysir hetta trupulleikan, ella flyta vit hann bara hægri upp í skúlaskipanina?
Vit eru ikki í iva: Hetta er økismissur fyri føroyskt mál, brot á 4. heimsmálið hjá ST og alt føroyskt málstríð verður hildið fyri spott. Støðan er næstan at samanlíkna við skip, ið hevur loyst við ongum skipara og ongari hóming av kós.
Spurningarnir hjá málfrøðingum og málkønum hópa seg upp: Hvør skal sleppa at fáa undirvísing á enskum? Tey, sum ikki klára at fáa føroyskt fráfaringarprógv úr fólkaskúlanum, ella skulu tey, sum ikki ”kenna seg heima í føroyska málinum”, eisini hava rætt til undirvísing á enskum? Løgin spurningur heldur onkur, men als ikki løgin spyrt tú summar miðnámsskúlalærarar, tí teir hava møtt hesari næmingatypuni, og hon er ikki so sjáldsom, sum hon var fyrr.
Er trygd fyri, at næmingar, sum ikki hava fingið nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum, fara at klára seg á miðnámi við enskum sum undirvísingarmáli? Byggir miðnámsútbúgving ikki á fólkaskúlalærdómin? Um næmingarnir ikki skilja føroyskt nóg væl, hava teir so nøktandi fólkaskúlalærdóm í skjáttuni til at klára seg á miðnámi?
50 ár síðan málstríðið í Hoydølum – og hygg nú!
Fyri júst 50 árum síðan, til próvtøkurnar í juni 1974, noktaðu tveir næmingar at tosa danskt til munnligu próvtøkuna. Árið eftir vóru teir 12, og restin er søga, ella er tað tað? 50 ár er ikki so frægt sum tvey ættarlið[1]. Hetta staðfestir bara tað, sum málprofessarin á Føroyamálsdeildini, Hjalmar P. Petersen, fleiri ferðir hevur víst á. Hann sigur føroyska málið vera undir øgiligum trýsti, og at vandin fyri at missa tað, nýtist ikki at taka fleiri ættarlið. Hann sigur eisini, at vit als ikki kunnu samanbera føroyska samfelagið við fjølsamansett samfeløg, sum hava milliónir av fólki, ið tosa sama mál [2].
136 ár eftir jólafundin tykist málið vera hvørki at hava føroyskt ella danskt í skúlanum
Áðrenn tað nakrantíð eydnaðist at fáa føroyskum heimarætt í skúlanum og menna tað til myndugleikamál, fara vit víðari og halda fram við onkrum miseydnaðum. Og hvat var tað miseydnaða? Vit hava ongantíð klárað at loyst okkum úr danska málskugganum, og nú vit skulu brynja okkum til undirvísing í føroyskum sum øðrummáli, gerst (danska) málið av sonnum ein trupulleiki. Ja, ein so stórur trupulleiki, at vit hvørki skulu hava undirvísing á føroyskum ella donskum, men á enskum. Er hetta ikki bara ússaligur undanstøkkingaratburður?!
Okkara egni vilji og hugburður er merktur av uppgávulyndi og ómegd
Hvar halda tit Elias á Skipagøtu og Óli Mittún høvdu spælt hondbólt í dag, um teir høvdu kravt lættari venjing ella at spælt móti onkrum øðrum liði, hvørja ferð teir fingu mótstøðu og ikki skoraðu ella kláraðu tað, sum teir høvdu sett sær fyri? Býtt at spyrja so, ha? Vit høvdu ynskt, at tað var líka býtt at spyrja um heldur at fáa undirvísing á enskum á miðnámi, tí at mótstøðan í føroyskum og donskum í fólkaskúlanum var ov hørð. Snýr tað seg ikki eina og aleina um hugburð og vilja? Hugburð og vilja frá myndugleikum og samfelagsins síðu? Vit frætta ferð eftir ferð, at tilflytarar og flóttar hava vilja og rættan hugburð. Teir sýna føroyskum (máli, mentan og samfelag) ans og vælvilja. Tað er hjá okkum sjálvum, at venjingin og greiðu málini um úrslit eiga at verða sett. Tí tey siga nakað um hugburð og vilja okkara og kunnu gera ómegdini til skammar.
Undirvísing í føroyskum sum øðrummáli – við donskum sum skugga
Um málsligi veruleikin í Føroyum er, at ikki ber til at læra føroyskt uttan í minsta lagi at duga at lesa danskt, so er at laga seg til tað. Tí soleiðis er veruleikin. Gerið útbúgvingar, sum fáast við hetta heilt frá dagstovnastigi, og útbúgvið fólk, so tey duga arbeiðslagið, sum skal til. Tað kostar. Ja, tað kostar, men setið tað upp ímóti, hvat fæst fyri miðvís og heilhugað tiltøk, og hvat fæst fyri einki at gera. Síggið hetta við útbúgving í føroyskum sum øðrummáli sum langtíðaríløgu og verið ikki bangin fyri, at tit sum myndugleikar og samfelag ikki fáa nóg nógv afturfyri, áðrenn tit yvirhøvur eru farin í gongd. So skulu tit ikki loysa, tí tað er sum at sigla við ongum skipara og ongari kós.
Við málheilsan
Randi Kúrberg og Helena Kannuberg, forkvinnur í Málráðnum
[1] Eitt ættarlið er uml. 30 ár (t.v.s. tann aldurin, ið fólk hava, tá ið tey fáa børn og seta næsta ættarlið við)
[2] Sum dømi um, hvat nógv og lítið fólk er: Muslimska enklavan í París telur 2 milliónir, og á bilverksmiðjuni hjá VW í Wolfsburg starvast 65.000 fólk til dagligt. Í Føroyum eru eini 48.000, ið tosa føroyskt.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo