Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit hava júst fingið ein blindan føroying í ein tungan ráðharrasess.

Fantastiskt.

Framkomið.

Ja, meira fantastiskt og framkomið enn í nógvum øðrum modernaðum samfeløgum, sum vit ynda at samanbera Føroyar við.

Men hetta stóra frambrotið verður ikki nevnt; altso at eitt blint fólk fær hendan heiður og hetta stóra álit.

Nei, ístaðin tekur almenna kringvarpið onkrar snurpaðar andstøðupolitikarar fram - og letur líka snurpaðar journalistar gera samrøðu við hesar uttan ein einasta kritiskan spurning.

Fyri tað at tú eitur Ingilín Strøm, ert kvinna og ung og hevur "nýmótans meiningar", so ert tú framvegis ein politikari, sum ikki eigur at sleppa fram at eini almennari mikrofon uttan at fáa somu kritisku spurningar sum øll onnur.

Handan turrgelda, journalistiska arrogansan er ein av høvuðsgrundunum til, at øgiliga nógv fólk ikki tíma at gjalda fyri Kvf.

Eitt tvungið gjald til Kvf má hava við sær, at øll eru líka fyri journalistikkinum.

Mann kundi so lagt afturat, at tann blindi Uni Rasmussen enntá er kosin varaløgmaður.

Men úr snurpuperspektivinum er og verður høvuðsproblemið, at Uni hevur eina slintru heldur enn eina sprungu millum beinini.

Tað veit Gud; handan betongattitudan stendur lítið aftan fyri tað, sum vit síggja frá víðgongdum, átrúnaðarligum samkomum.

Ad hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo