Sjúrður Skaale sigur í samband við játtanina á donsku fíggjarlógini til Føroya Arena, at hann hevur bara brúkt sína makt sum fólkatingsmaður, og at hann metir, at tað er hansara skylda. Men Sjúrður, hvar er veruliga maktin hjá tær? Hvørki tú ella Edmund hava avgerandi atkvøðu í samband við parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini, og enn minni hava tit avgerandi atkvøðu í samband við donsku fíggjarlógina. Stjórnin situr, og fíggjarlógin verður samtykt, uttan mun til, hvussu tit atkvøða.
Men tit hava, hóast hetta, megnað at fingið 30 mió. kr. til eina stórhøll í Havn. So er at spyrja seg sjálvan, hví fíggjarmálaráðharrin hevur latið tykkum hesa upphædd? Hann er als ikki kroystur til tað, men møguliga hevur hann tikið synd í tykkum, um tit hava gingið eggsjúkir á gongini í Fíggjarmálaráðnum og bøna og biðið um eina upphædd til Føroyar. Ella kanska var hann bara í gávuhýru tann dagin.
Maiken Pousen Englund, mín gamli skrivari í Tinganesi, skrivar einastaðni, at allir pengar binda so ella so. Hetta eru sannleiksorð, tí innast inni vita vit, at pengar geva ágóða og ávirkan. Um Wammen hevur hugsað um hetta, tað veit eg ikki, men fyri hann er henda játtan ein lættur møguleiki hjá donsku stjórnin at keypa sær “goodwill” úr Føroyum. Og hvat hava 30 mió. kr. at týða fyri eina danska fíggjarlóg?
Kanska er hetta ein raffineraður háttur fyri nýmótans imperialismu, uttan at móttakarin varnast tað.
Fólk kunnu halda, hvat tey vilja um hetta bragdið hjá tykkum, men latið vera við at siga, at tú ella tit báðir hava brúkt tykkara maktstøðu, tí tit hava als onga maktstøðu. Pengarnir frá Wammen eru givnir av heilt øðrum orsøkum, og tað kunnu vit so bara gita um, hvørjar tær eru. Tit kunnu hvørki brúka ella misbrúka eina makt, sum tit als ikki hava.
Hin vegin, so hevði eg sum fólkatingsmaður frá 1998 til 2001 eina maktstøðu. Við valið fekk Uffe Ellemann og blái blokkur 89 mandatir, meðan Nyrup og reyði blokkur eisini fekk 89 mandatir. Mítt mandat, sum var nr. 179, kundi sostatt gera av, um stjórnaræðið fór til Uffa ella Nyrup.
Eg valdi tá at siga, at eg fór ikki at atkvøða fyri at fella eina javnaðarstjórn og enn minni at atkvøða fyri einari borgarligari stjórn. Hetta segði eg alment, meðan hin føroyski fólkatingsmaðurin fult og heilt stuðlaði bláa blokki. Eg gjørdist heldur ikki limur í nøkrum tingbólki, men arbeiddi sum leysgangari. Hetta gav mær eina maktstøðu, sum eg tó ikki flaggaði við annanhvønn dag.
Sjálvur helt eg, at politiska lívið var heldur skert, tí eg tók bert lut í málum, sum høvdu við Føroyar at gera. Tað gav at bíta, tá formaðurin fyri Fólkatingið skuldi veljast, og lutakastið fall út til fyrimuns fyri borgarliga valevnið. Tá var fyri fyrstu og einastu ferð í søguni, at lutakast var um formannin. Men tað var neyðugt, tí atkvøðuavgreiðslan stóð á jøvnum, tí eg ikki vildi atkvøða. Har stóð 89 ímóti 89, og ein atkvøða var ikki við. Mín áskoðan var og er, at hatta má danska síðan í Fólkatinginum sjálv finna útav.
Men ongantíð kom mær til hugs, at brúka og enn minni misbrúka mína makt. Eg var hin vegin í tí støðu, at eg kundi kravt, hvat eg vildi, tí í tí løtu, eg ikki vildi meira, so fall stjórnin. Onkur vildi vera við, at eg var í eini so avgerandi støðu, at eg kundi kravt ein ministarapost, um eg legði í.
Við sakligum politiskum kjaki og ávirkan, so fekk eg tó góð úrslit, skal eg siga tað sjálvur.
Saman við Maritu Petersen, sálu fingu vit stjórnina veruliga til at skilja føroysku støðuna eftir stóra krakkið og eftir bankakanningina í 90´unum. Við drúgvum samráðingum við Nyrup og Lykketoft fingu vit sett orð á nakrar loysnir, sum vóru til fyrimuns fyri allar føroyingar. Hetta kom til sjóndar við góðu avtaluni, sum Anfinn Kallsberg gjørdi við Lykketoft 10. juni 1998. Ein avtala, har vit føroyingar drógu eina og somu línu. Landsstýrið og ikki minst báðir fólkatinsmenninir fingu hesa søguliga góðu avtalu í hús. Her varð maktin brúkt til eina fyri alt landið gagnliga loysn, og her arbeiddi føroyska síðan saman sum ein maður.
Ein skal ávirka, tað er tí, vit fáast við politikk. Men álvaratos, so mugu vit kortini varðveita ein politiskan stoltleika, har vit ikki eru til sølu fyri nakrar fáar silvurpengar. Føroyingar hava ikki brúk fyri eyka molum av donsku fíggjarlógini, sum enntá leggur trýst á Løgting og Fíggjarnevnd.
Tað má nú kennast løgið hjá Sjúrða og Edmundi, at teir vilja hava okkum onnur at síggja teir sum hetjur fyri hesar 30 mió., samstundis sum fyrrverandi formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður mælir til at kvetta allar fíggjarliga bindingar við Danmark innan 10 ár.
Endamálið við hesum stubba var at vísa á, at skal ein brúka ein maktstøðu, so er fyrsta treytin, at ein hevur eina slíka. Hana hava hvørki Sjúrður ella Edmundur. Grundgevingin fyri hasum 30 mió. kr. má finnast aðrastaðni.
Jóannes Eidesgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo