Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjúrður Skaale hevur eitt vælrættað korrektiv til tann undarliga Suna Merkissteinin og hansara ekstremt grunnu makkverka-sending í KVF um, at sambandsmenn stórt sæð eru evnaveikir ella hálvørir, allir danskarar eru serliga óndskapsfullir og Danmark er næstan verri enn Norður-Korea í imperialistiskum yvirgangi.

Nógv meira "nuanceraður" er tann merkiligi steinurin ikki førur fyri at vera.

Hesin besyndarligi undirlutakenslu-befongdi Suni má hava fingið ein heilt alvorligan psykiskan snudd, tá ið hann stríddist á pottinum sum heilt lítil Steinur.

Tað er eitt sindur óvist, um hann hevur havt eina óstortsliga sambandska arbeiðskonu av Toftum at hyggja eftir sær, meðan hann kroysti seg, ella tað hevur verið ein donsk sjúkrasystir, sum hevur loftað honum eitt sindur harðliga uppaftur á pottin, hvørja ferð hann kiksaði og ikki var nóg beinrakin at fáa nakað skil á sínum kálvapeiggjandi bólt-beinum ella fekk hirsað sín nationala dintil úr betonkiligari vrangstøðu.

Fyri at hevna sína frustrerandi potta-støðu hevur hann miðvíst herjað á Danmark og alt danskt síðani.

Suni er ein so  MERKILIGUR steinur. at hann hevur samlað eitt heilt lið av nationalistum at gorra í kóri og einoygdum samanspæli, uttan nakra kvalificeraða mótstøðu.

Hann er sum ein trenari, sum hevur savnað sinum EGNA parti eitt fult fótboltslið av unglingum, meðan mótstøðuliðið bara hevur tveir gamlar invalideraðar, illa gonguførar og bakbundnar.spælarar við bindi fyri eyguni.

So kann tað kanska lukkast hesum manipulerandi trenara og potta-hevnara at "vinna".

Men ikki hevði hann torað at biðið og boðið vitandi og søgukønum fólki .á "vøllin" ti tey høvdu rakt "bóltin" og stúgvað tað "tóma málið" hjá merkiliga STEINi heilt dýrandi fult og fúlari enn tað nakrantíð lukkaðist merkiliga Suna at fáa upp í pottin. Har fór og fer framvegis alt við síðuna av, tí hann er so ókringur og skeivrakin.

Maðurin treingir til systematiska seinterapi fyri sína ólukkuligu potta-lagnu, men at hann hevur hatska paranoia yvirfyri øllum donskum, ja, tað skullu lurtarar hjá KVF ikki líða undir.

KVF eigur at fíggja ekstremt køna fækala sein-trening við tí ólukkuliga, tornæma, klossuta og merkiliga potta-STEININUM.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo