FMA hevur júst verið sent í Kringvarpinum, men hvat er endamálið við eini sovorðnari sendingin, tá ið hyggjarin einki sær?
Verður apast eftir Carl Jóhan Jensen, ið skrivar bøkur, ið bert nøkur heilt fá duga at lesa?
Hesar myndirnar eru frá seinastu framførsluni við einum bólki, har limirnir bara hómast.
Hvørjir eru teir?
Tann seinasta myndin er frá eini danskari sending, har ljóst er so hyggjarin sær. Danska sendingin kom beint eftir FMA í sama miðli.
Er FMA sendingin ein low-cost sending, har ljósið er spart burtur?
Á næstseinastu myndini síggjast vertirnir báðir, men tú ivast næstan í hvør er hvør.
Hvat er tað sum hyggjarin ikki sleppur at síggja?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo