Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kanska ein løgin spurningur, heldur onkur? Men tó.....?

Mánadagin 20. august fyri nøkrum árum síðan, setti løgmaður stevnuna um barnarættindi í Norðurlandahúsinum. Hendan stevnan er fyriskipað av ”Nordisk forening for barnamishandling og omsorgssvikt”. Løgmaður bar fram vælvæld og góð orð um tørvin fyri at verja børnini og segði m.a.:

”Arbejdet med at forbygge og beskytte børn mod mishandling, omsorgssvigt og seksuelle overgreb må derfor fastholdes og styrkes, og den nordiske tradition for vidtgående beskyttelse af børn må fastholdes og hele tiden forbedres.” 

Í hesum sambandi er tað eg seti spurningin: ”Hvat er eitt barn?”

Hesin spurningur er eisini sprottin úr teimum tíðindum, sum bórust í Sosialinum 1. august 2018, har Sirið Stenberg landsstýriskvinna, førir fram, at tíðin er búgvin at taka málið um fosturtøku upp. Hon heldur at vit hava eitt kjak um henda spurning fyri neyðini.

Kjakið hesum viðvíkjandi kann bera eitt so viðkomandi heitið sum hetta:

”Hvat er eitt barn?

Í hesum sambandi fari eg at sipa til eina grein, sum Sylvia Thomsen í Klaksvík, hevði í fjølmiðlunum stutt síðani.

Yvirskriftin í grein hennara er spurningurin: Hvat er eitt fostur?

Mín spurningur er: Hvat er eitt barn.

Sannføring Sylviu er hin sama sum mín: Eitt barn er eitt barn frá tí stund tað er gitið í móðurlívi. Tí má verjan av barninum verða frá tí tað er gitið.

Aðaltátturin í røðu løgmans var hesin:

”Misrøkja vit okkara børn, misrøkja vit okkara samfelag.”

Ikki ósamdur!

Framvegis sami spurningur: ”Er fostrið ikki eisini eitt barn....?

Løgmaður helt fram í nevndu røðu:

”Vores børn er vores dyrebareste ressource. De er vores fremtid. Og de som skader vores børn skader også vores samfund.”

Góð og røtt orð.

Men vit kunnu ikki sum samfelag bæði ”blása og hava mjøl í munninum”, sum orðtakið sigur. Siga vit, at vit vilja verja okkara børn, so má tað eisini galda børnini í móðurlívi.

Sagt verður mangan við yrkjaranum ”Vit eru føroyingar serstøk tjóð...”

Púra rætt!

Men nær byrjar ein føroyingur at gerast føroyingur? Er tað tá hann er gitin í móðurlívi ella tá hann verður føddur?

Eg eri púra ivaleysur: Ein føroyingur er ein føroyingur frá tí hann er gitin í móðurlívi.

Tí hevur hin óføddi føroyingur rætt til verju og trygd frá fyrsta degi, eins og vit, sum eru borin í heim.

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo