Føroyamál: Leygardagin 16. september skipar Føroyamál fyri spennandi tiltaki við yvirskriftini “Hvat eggjar okkum at lesa.”
Hesa ferð fara Páll Isholm, Tóra Joensen og Pálin Olsen at hava framløgu og hugleiða um evnið. Vit gleða okkum, og vónandi støkka tit inn á gólvið.
Drekka og okkurt ábit verður at fáa, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Hvar: Bóksavnið við Løkin
Nær: Leygardagin 16. sep
Klokkan: 14.00-16.00
Samband: Foroyamal@skulin.fo
Kostnaður: Ókeypis
Facebook: her
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo