Eins og nú, hevur við jøvnum millumbili verið varpað ljós á støðuna á vælferðarøkjunum og víst á, at okkum fer at tørva starvsfólk.
Eldraøkið í Tórshavnar kommunu er eitt av hesum og er eitt lutfalsliga stórt øki.
Sum forkvinna á økinum síðstu setuna, var eg javnan í miðlunum og varpaði ljós á, at vit politiskt máttu gera tað vit kundu, fyri at fáa starvsfólk til økið.
Eg setti spurnartekin við verandi útbúgvingartilboð, eins og ynskti tað betri við aliti til at fáa størstu luttøku.
Eg hevði tá ynskt stuðul, bæði frá frøðingum, borgarstjórum, fakfeløgum, politikarum, eins og fólki yvirhøvur. Og at tað var eitt natúrligt regluligt samskifti, millum fleiri pallar, tá viðurskifti leika á og rópað verður varskó?
Okkara samfelag er so lítið!
Upplagt hevði verið, beinanvegin, at eftirmett útbúgvingina við atliti til hvussu hon kastar av sær, landafrøðiliga og aldursliga.
Eisini við eini ábending um hvussu nógv fleiri høvdu verið útbúgvin, eisini norðanfjørðs, hesi gott tíggju árini, um staðsetingin hevði verið nærri fjøldini.
Tað ber væl til.
Leggjast kann afturat, at tað sjálvsagt er annað, - eitt nú lønarviðurskifti og øðrvísi skipan av eldraøkinum, sum kann betra um støðuna, sum eisini krevur politisk átøk beinanvegin.
Bergun Kass
fyrrverandi forkvinna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo