- Eg veit ikki, hvar eg skal senda mítt uppskot um forfólk.
- Havi leitað á heimasíðum og aðrastaðni, men enn hevur mær ikki eydnast at finna svarið, sigur ein limur í Tjóðveldi við VP.
- Í lógini stendur at aðalstjórnin skal skipa fyri eykaaðalfundinum, men tað stendur ongastaðni nakað um, hvar uppskotini skulu sendast.
- Formaðurin segði í DegiogViku, at allir limir í Tjóðveldi kunnu skjóta forfólk upp, men hvussu skulu vit gera tað? spyr viðkomandi.
- Eg havi roynt at fingið tað upplýst, men hevur tað ikki eydnast enn, og vónandi fái eg tað at vita áðrenn á miðnátt, hvar eg skal senda mítt uppskot.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo