Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Loysnin upp á larm frá havnaløgum, sum kommunar søgdu seg skula koma við, er framvegis ikki komin. Nú, vit nærkast 1. desember, hevur Heimafriður einki hoyrt frá myndugleikunum um nakra loysn. Ei heldur hevur Heimafriður hoyrt frá kommunufelagnum, hóast Heimafriður hevur biðið um innilit í málið.

Undanmaður sitandi landstýrismann við umhvørvismálum segði, tá hann kom í landsstýrissessin, at málið um larm frá skipum skuldi loysast skjótast til bar. Men tá nógv umrødda kunngerðin skuldi setast í gildið, 1. juli 2021, varð brádliga saðlað um, og kommunurnar fingu møguleikan sjálvar at loysa málið, hóast tað er júst tað, tær, seinastu 20 árini, ikki hava víst seg at megna. Landsstýrismaðurin gav kommunum freist til 1. november at koma við einari loysn.

Í summar, tá forkvinnan í Heimafriði og næstformaðurin í kommunufelagnum, í Degi & Viku kjakaðust um handfaringina av málinum, segði Torbjørn Jacobsen, at Heimafriður ikki er partur av málinum.

Spurningurin er, um tað er so, sum næstformaðurin í kommunufelagnum segði. Og hvat við landstýrismanninum í Umhvørvismálum - hvar er hann?

Heimafriður hevur einki hoyrt. Vit vita ikki, hvar málið liggur, um loysn er funnin ella hvørji livilíkindi limirnir hjá felagnum kunnu vænta sær í nærmastu framtíð.

Trina Elttør Eysturoy,
forkvinna í Heimafriði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo