Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrið hevur í næstan hálvt ár greina viðurskiftini millum okkum og Russland, fyri at taka eina avgerð útfrá einum nóg góðum grundarlagi. 

Síðan, at landsstýrið hevur boðað frá sínum tiltøkum, so hevur tað víst seg, at tølini man grundgav við hava verið skeiv. 

Tað hevur reist spurningin, um hvar tølini, ið løgmaður hevur grundgivið við eru frá. Eru tey úr kanningini ella ikki. Fyri at fáa greiðu á tí, so hevur Beinir Johannesen sett soljóðandi spurning til løgmann:

Spurningar:
- Vóru tølini um vaksandi virksemi, ið løgmaður bar fram á tíðindafundi 1. juni, og sum vórðu brúkt á tingsins røðarapalli, úr kanningini, ið landsstýrið hevur latið gjørt fyri at lýsa samstarvið við russar? Um ikki, hvaðani vóru tølini so?

Viðmerkingar:
Síðan hetta landsstýrið tók við, hevur man verið í gongd við eina kanning, ið skuldi lýsa samstarvið millum Føroyar og Russland á ymsum mótum.

Kanningin hevur tikið drúgva tíð, og hevur verið sagt, at man hevur tikið ta tíð, ið krevst, tí man skal taka støðu út frá einum haldgóðum grundarlagi.

1. juni boðaði landsstýrið frá, at man ætlaði at seta ein avmarkaðan havnastongsul í verk. Orsøkin var tann, at tað var vaksandi virksemi frá russiskum fiskiskipum í Føroyum.

Síðan landsstýrið 1. juni boðaði frá, at man ætlaði seta avmarkaðan havnastongsul í verk, hevur tað víst seg, at tølini, ið man hevur grundgivið við um vaksandi virksemi, sambært Vørn hava verið skeiv. Tølini hjá Vørn siga tvørturímóti, at virksemið er minkandi.

Tá man hevur brúkt drúgva tíð at kanna øll viðurskiftir, og man síðan kemur út við skeivum tølum, so reisir tað spurningin, um hesi tølini, ið løgmaður hevur brúkt, eru úr kanningini ella ikki.

Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 9. juni 2023
Beinir Johannesen
Formaður fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo