Er tað føroyska samfelagið nú so reint og nossligt undir hesi samgonguni, at KVF ikki finnur nakra gølu, ella eru tær so nógvar, at KVF ikki veit hvar tað skal byrja at sópa?
Undir hinari "skitnu" samgonguni, tann sum kom undan hesi "reinu", var ríkiligt at tríva í úr stóru rúgvuni - úr flórinum.
Tá var útgreinað, útrullað og útmeiggjað við myrkum myndum og romantiskum og undirbyggjandi tónleiki, stabbum og pílum, hvussu rotinskapurin ferðaðist í tí føroyska samfelagnum, og serliga gekk tað út yvir borgarligar politikarar og reiðarar, har sópað var úr rúgvuni av gølum við ágangandi sendingum.
Til dømis yvirskriftir og greinandi og útmeiggjandi sendingar sum:
Landsstýrisútnevndir milliardingar (1:3)
Dulda sølan av fólksins ogn (3:3)
Tað kravdist at føroyska samfelagið, og serliga fiskivinnan, fekk "klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni" og tað ongantíð ov skjótt, og garantur fyri at tann boðskapurin kom út í hvønn krók í samfelagnum undan seinasta vali, var KVF.
Og tað eydnaðist!
Vit fingu alt tað sum gølu-sóparnir í KVF høvdu biðið um - men við øvutum fortekni.
Ongantíð fyrr hevur so nógv verið í flórinum sum nú, og ongantíð fyrr hevur so lítið verið sópað úr flórinum sum nú!
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo