Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eingin mikrofon verður stungin upp undir nøsina á nøkrum tingfólki í nýggju FEC-samgonguni, eingin stendur og bíðar uttanfyri nakrar dyr ella rennur aftaná nøkrum - fekk nú "óhefta" Kringvarpið sítt?

Hvat gongur fyri seg í Kringvarpinum, at eingin ágangandi journalistur liggur framvið og grópar?

Seinast samgonga var skipað vakti Kringvarpið dag og nátt við dyrnar hjá tingfólkum, og rendi so eina mikrofon upp í trínið á tí fyrsta tingfólkinum sum stakk fjesið út um onkran durakarm, og líkamikið hvar.

Og vildi tingfólkið ikki svarað, men fór til gongu, so var farið aftaná og sjónvarpstólið rullaði í góða løtu, meðan hetta nývaknaða neyðardýrið royndi at sleppa sær undan ágangandi og "óhefta" kringvarpsfólkinum, sum kom slevandi og algoyst aftaná.

Men nú er tøgn, steindeytt, í Kringvarpinum.

Einastu ágangandi innsløg eru viðvíkjandi fráfarandi samgongu, hvør verður formaður í Sambandsflokkinum og hvussu leingi núverandi formaður skal sita og ikki, og so undirhaldstónleikur úr stovuni hjá Jørgen Niclasen, har hann pumpar á eini yvir 100 ára gamlari urgu.

Og so ikki at gloyma selfie-innsløg um Anniku Olsen.

Men hvussu við einum komandi samgonguskjali?

Hvat stendur í tí?

Hví lekur einki út nú?

Hví veit Kringvarpið einki frá álítandi keldu?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo