Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undanfarna býrað valdi at raðfesta eldraøkið.  Vit bygdu út Tjarnargarð við einum demensdepli, har alt varð savnað á einum stað, dagtilboð, kvøldtilboð, umlætting umframt 7 búpláss til dement. Harumframt bygdi umdanfarna samgonga í býráðnum Umlættingar- og Rehabiliteringsdepilin, URD, sum nú stendur liðugur við 27 nýggjum plássum. Somuleiðis tóku vit avgerð um at byggja eitt nýtt ellis- og røktarheim við 64 nýggjum búplássum og 16 røktaríbúðum í Hoyvík.

Staðsetingin varð samtykt í býráðnum, og 4 mió. vórðu settar av í fíggjarætlanini  fyri 2021 til fyrireikingar og projektering, soleiðis at arbeiðið við at byggja ellis- og røktarheimið kundi fara í gongd í 2022. Somuleiðis var við eldradeplinum í Kollafirði, har 2 mió vóru settar av til fyrireiking og projekting í 2021. Hendan játtanin er nú skorin við 1 mio. og ongin fyrireiking er farin í gongd enn.

Hóast núsitandi meiriluti lovaði undan valinum, at eldraøkið skuldi raðfestast síggja vit tíverri eina øvugta gongd. Eitt tað fyrsta sitandi býrað gjørdi var broyta staðsetingina í Hoyvík, og enn er ongin nýggj staðseting  komin fyri býráðið, og heldur  ongin fyrireiking ella projektering av heiminum er farin í gongd. Ellis- og røktarheimið hevur sostatt onga viðgerð fingið í eldranevndini, fíggjarnevndini ella býráðnum, og tað harmar okkum almikið.

Men meðan vit bíða eftir nýggja ellis og røktarheiminum hoyra vit útmeldingar frá meirilutanum um íløgur fyri 100 tals mió.  Nýggjur innkomuvegur skal gerast fyri  265 mió *(landið gevur stuðul á 110 mió ), stórhøll fyri 217 mió. og skal hetta gerast  samstundis sum langhylurin, sum longu er samtyktur og er farin í gongd.

Nýggja ellis og røktarheimið er mett at kosta áleið 150-170 mió kr.og við einum árligum íløgukarmi á 180-200 mió verður tað trongt við bæði langhyli (200 mió), innkomuvegi (265 mió), stórhøll  (217 mió), ellis og røktarheim fyri 170 mió. umframt allar aðrar íløgur í dagstovnar, vegir, kloakkir, gøtur, grøna orkuskiftið v.m.

Hóast vit øll fegin ynskja allar hesar iløgur, so er greitt, at tað skal ein raðfesting til, ein langtíðaríløguæltan, sum greitt sigur borgarunum í Havn, nær tey kunnu vænta at hesar íløgur verða framdar. Eitt er vist, tað ber ikki til at gera allar í senn, uttan at skattaprosentið hækkar eini 2 pct. (hvørt skattaprocent kostar 40 mió) ella at kommunan tekur eitt risa lán.

Vit mugu staðfesta, at okkara gomlu ikki fáa neyðugu raðfestingina av sitandi býrað. Hvørki tá tað kemur til nýggjar  íløgur í eitt hart tiltrongt ellis og røktarheim, ella tá tað kemur til meirnormeringar á eldraøkinum. Tann meirnormeringin á 5 mió.,  sum meirilutin herfyri rósti sær av, var ein framflutt játtan frá 2020, sum undanfarna samgonga longu hevði raðfest til eldraøkið. Sostatt er ongin nýggj játtan enn at hóma til eldraøkið í Havn.

Til komandi fíggjarætlan fara vit í minnulutanum tískil at gera eitt alternativt uppskot til fíggjarætlan, har ein týðulig raðfesting til okkara eldru fer at síggjast.

Vegna minnilutan í Tórshavnar býrað

Gunvør Balle

Elsa Berg

Jákup Dam

Annika Olsen

Birgir Nielsen

Ruth Vang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo