Í gjár skrivaði VP um ein hvítan hval (hvítfiskur, sigur Sprotin) sum fólk í Noregi leingi hava havt fragd av, tí hann var so spakur.
VP hevur í dag fingið myndir sendandi frá einum av okkara lesarum, sum siglur í Grønlandi, og sum hevði eina stuttliga uppliving av júst einum spælisjúkum hvítfiski.
- Upplivdi at síggja handan fitta hvalin, har hann kom og vildi spæla við eina boyðu, hann lá heilt leingi og spældi hjá okkum, sigur føroyski sjómaðurin.
Vit takka fyri myndirnar, sum tala fyri seg sjálvar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo