Kringvarpið: - Hvalbingar eru eitt ótrúliga arbeiðssamt fólk. Tað er eitt fólk, sum hevur ófatuliga harða húð og hevur verið ígjøgnum nógv.
Soleiðis sigur Jens Hákun Leo, sum hevur skrivað bókina "Alt ger mun - eitt stutt brot úr Hvalbiarsøgu".
Bókin er 461 síður til longdar og snýr seg millum annað um gomlu landbúnaðarbygdina, um kolið í Hvalba, trúarlív, sjórænaraálop, tunlar, skúla og framburð, Lítla Dímun og Royn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo