Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvalbiar bygdaráð hevur á bygdaráðsfundi í kvøld 8. mai. 2024, samtykt semjuskjalið um sjálvbodna kommunusamanlegging eins og Tvøroyrar kommuna samtykti hetta sama hin 5. mai 2024.

Semjuskjalið tekur støði í álitinum hjá arbeiðsbólkinum, ið hevur kannað fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging. Og er semjuskjalið endaliga orðað av stýrisbólkinum hin 5. mai, eftir felags fund á kommunuskrivstovuni í Hvalba flaggdagin 25. apríl, har arbeiðsbólkurin og flest allir kommunustýrislimirnir í Hvalba og á Tvøroyri vóru møttir, og samdust um at velja ein stýrisbók, ið skuldi orðað eitt semjuskjal um sjálvbodna kommunusamanlegging.

Hvalbiar bygdaráð og Tvøroyrar býráð eru sostatt samd um, at skipa fyri fólkaatkvøðu um sjálvbodna kommunusamanlegging, ið eftir ætlan verður um hálvan juni 2024. Áðrenn fólkaatkvøðuna fara kommunurnar at skipa fyri útgreinandi kunning um semjuskjalið.

Á fólkaatkvøðuni fáa borgarar í hvørjari kommunu sær, møguleikan at atkvøða JA ella NEI til sjálvbodna kommunusamanlegging, sambart avtaluna í semjuskjalinum, og verður tað eftirfylgjandi upp til kommunustýri í Hvalba og á Tvøroyri, at avgerða, hvørt kommunurnar tá sjálvbodnar skulu leggja saman í eina felags kommunu, ið er tilmælið hjá arbeiðsbólkinum.

Orðingin í semjuskjalinum er henda:

Semjuskalið er gjørt í sambandi við eina møguliga samanlegging millum Hvalbiar Kommunu og Tvøroyrar kommunu aftaná eina vegleiðandi fólkakvøðu, har fólkið kann siga JA ella NEI til samanlegging.

  1. Heitið á nýggju kommununi verður Suðuroyar Kommuna.

  2. Skúlarnir verða lagdir saman, og skúlaøkið verður framhaldandi skipað í verandi skúlabygningum í Hvalba og á Tvøroyri. 

  3. Barnaansingin verður í Hvalba og á Tvøroyri.

  4. Barnafrádrátturin verður 8.000,- kr.

  5. Ungdómshús verður  bæði í Hvalba og á Tvøroyri. Hvalbiar Kommuna setir pening av til rakstur av ungdómshúsi í ár. 

  6. Nýggja kommunan letur frítíðarkort til børn/ungdómin, áljóðandi 2.000,- til hvørt barn.  

  7. Ókeypis busssambandi verður millum bygdirnar, fyri at sameina og samansjóða ungdómin í skúla- mentanar- og frítíðarøkjunum.

  8. Ein framtíðar eldradepil skal byggjast í Hvalba. Heilsudepil skal byggjast á Tvøroyri.

  9. Kommunal starvsfólk, sum longu eru í starvi, halda fram í nýggju kommununi, undir einari nýggjari, góðkendari starvsfólkaskipan.

  10. Býráðið og umsitingin í Suðuroyar Kommunu hevur høvuðssæti á Tvøroyri. 

  11. Økismenning, projekt Skálamøl og menning av ferðavinnu verður staðsett í Hvalba. Hvalbiar kommuna setir pening av til økismenningarvirksemið í ár. 

  12. Suðuroyar Kommuna hevur 11 býráðslimir. Í minsta lagi tveir árligir býráðsfundir verða hildnir í Hvalbiar sókn.

  13. Farið verður undir fyrireikingar til framtíðaravbjóðingina við undirsjóartunnlinum, herundir framtíðar útstykkingar í Hvalba og á Tvøroyri við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.

  14. Avbjóðingin við Bú- og heimatænastuna, har vald og gjald ikki hanga saman, má loysast. 

  15. Suðuroyar Kommuna ger ein orðaðan barna-, ungdóms- og eldrapolitikk.

Semjuskjal er einmælt samtykt av stýrisbólkinum hin 5. mai 2024, og verður sum fyriliggjandi sent til samtyktar í Hvalbiar bygdaráði og Tvøroyrar býráði.

Semjuskjalið er undirskriva av limunum í stýrisbólkinum, ið eru Janus Thomsen; Poul Laust Christiansen; Kristin Michelsen og Jónleyg Jespersen Bech

Ónsdagin hin 8. mai 2024
Hvalbiar Kommuna

Tvøroyrar Kommuna

Viðkomandi tilfar:

Álitið hjá arbeiðsbólkinum um sjálvbodna kommunusamanlegging kann lesast her

Lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging kann lesast her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo