Hví ikki leiga eitt skip, sum kann taka einar 20 bilar umborð við kranamegi og seta skipið inn millum Hvalba og Sand i pendulferð fleiri ferðir um samdøgurið?
So høvdu allir hasir 50 "gloymdu" bilarnir sloppið til Havnar via Sandoynna handa dagin, teir stóðu eftir á Krambatanga og gálvaðu.
Strandferðslan kann ikki hava nakað at innvenda móti at verða avlastað við eini slḱari hjálp, tá ið á stendur.
Tí hatta verður ikki síðstu ferð í vár.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo