Fyrrverandi BBC-verturin, Huw Edwards, er ákærdur fyri at hava tikið óvirðiligar myndir av børnum niður.
Nú hevur hann játtað seg sekan í trimum ákærum um at hava tikið óvirðiligar myndir av børnum niður, sambært BBC.
- Hann ásannar, at hann hevur havt 41 ósømiligar myndir av børnum, sum ein annar maður hevur sent honum á WhatsApp.
BBC skrivar um tað, sum kom fram í rættinum í dag, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo