Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Men væl at merkja ikki fyrr enn vit hava goldið 12% av eginognini fyri tryggingar, sum í stóran mun lítið og onki eru verdar.

Vit gjalda fyri nýtt og fáa gamalt aftur fyri, um tryggingin í heila tikið tekur við (t.d. biltryggingar), ella vit gjalda fyri alt, men fáa bert ein viðfáning aftrufyri (t.d. sethúsatryggingar). Genialt?

Hugsa  tær, um FK, Á Handlarnir ella SMS seldu spilta mjólk fyri fullan prís ella tú, um tú var 40 ára gamal, skuldi gjald fyri 5 pakkar av mjólk, fyri at fáa 1? Tá høvdu teir handlarnir skjótt havt eina eginogn upp á 4 mia. kr.!

Soleiðis er tryggingarfelagið Betri (enn hvat?)! “Eitt felag vit eiga í felag”!

Men tøkk skulu “tey í tryggingini” allíkavæl hava fyri, at tey nú viðganga, at soleiðis eru teirra tryggingar í nógvum førum (Dimmalætting nr. 3 tann 26. mars 2024 á síðu 20 seinasta petti), tí fyri 2 árum síðan høvdu tey bert “hoyrt” um eitt dømi.

Fyri góðan ordans skuld skal viðmerkjast, at tryggingarnar hjá Trygd ikki eru smettin betri.

Grafurin niðanfyri vísir hvussu vit niðurskriva tryggingarnar viðrið á t.d sethúsum.

”Saman skapa vit tryggleika”, ”Saman finna vit loysnir”, ”Eitt felag, vit eiga í felag”, ”Far bara, vit fylgja tær”!

Eg meini tað!

Johan Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo