Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

FBF Úrslit: ÍF, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið flúgvandi og havt beina kós móti FM-finalunum, eftir at hava vunnið tríggjar ferðir á Fleyr og einaferð á Mjølni í minniligum 5-settara, fekk í gjárkvøldið oyruni í maskinuna, tá liðið vitjaði talentfabrikkina í Sørvági, har tað stóð á gomlum nøglum í fyrsta setti. Men tað helt, og SÍ vann loksins 32-30.

Annað settið var eisini javnt, men aftur var tað SÍ, sum vann; hesaferð 25-23. Í triðja setti vóru fuglfirðingarnir blástir av vøllinum, og SÍ vann so mikið sum 25-10!

Við hesum úrslitinum kom rættiligur spenningur aftur í kappingina um seinna finaluplássið um føroyameistaraheitið, har ÍF nú bara er trý stig frammanfyri SÍ. Men treytirnar hjá sørvingum eru harðar, tí helst skulu teir endurtaka bragdið frá mánakvøldinum longu í næsta landskappingardystinum, sum verður ímóti ÍF í Fuglafirði 5. mars. Fær SÍ tá trý stig, so er púra javnt í stigum, men vinnur ÍF, so veksur munurin aftur til seks stig, og so er Másin helst farin...

Áðrenn avgerandi brakið í Fuglafirði annan leygardag verður ÍF partur av øðrum braki, sum er næsta leygardag, tá steypafinalan verður millum ÍF og Mjølnir.

Úrslit: SÍ – ÍF 3-0 (32-30, 25-23, 25-10)

Støðan í Føroya Tele-deildini:
Nr.    Lið  Dystir / Stig
Nr. 1 Mjølnir 11 / 29
Nr. 2 ÍF 12 / 22
Nr. 3 SÍ 11 / 19
Nr. 4 Fleyr 10 / 14
Nr. 5 Ternan 12 / 0
(Hvørt lið spælir 16 dystir – tvey tey ovastu spæla tvær FM-finalur)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo