TeenStreet skipaði fyri renningini úr Vágsbotni nú seinnapartin. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum setti tiltakið. Hann byrjaði við at bjóða ungdóminum vælkomnum á trappuna.
- Her hava vit hugt eftir fótbólti, her hava vit havt kongaligar vitjanir – og nú sita tit frísku ungdómar her, hiðani tit fara at byrja stuttligu RAG-renningina í miðbýnum nú klokkan 14. Tað er gott at síggja tykkum so fegin og so festliga ílatin.
- Og so er endamálið eisini gott – eg veit, at tit undan hvørjum Teen-Street skipa fyri tiltøkum at savna pengar inn til góð endamál kring allan heim.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo