Hvat gjørdu vit uttan eldsálir?
Fólkini, sum virka í ítróttarfeløgum, í áhugafeløgum, í listalívinum, í trúarlívinum, í bygdarlívinum sum heild.
Alt sjálvboðið arbeiði, sum skapar lív og gleði fyri nógvar borgarar. Serliga skapar tað trivna og gleði fyri børnini og ungdómin.
Felagssangur, kór, dansur, framsýningar, konsertir, fyrilestrar o.a. gevur eisini okkum vaksnu gleði - vit møtast til gamans og álvara.
Tí er tað av týdningi, at kommunan skapar góðar karmar fyri eldsálirnar og veitir stuðul til ítróttin og mentanarlívið, har hugur drívir verkið.
Jóhannis Joensen X við lista B Trivnaðarlistin
Vága Kommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo