Visit Kalsoy: Talið av ferðandi á Kalsoyarleiðini er framvegis hægri í 2022 - mánaða fyri mánaða - í mun til 2019, sum var tað størsta áðrenn. Men munurin í juli var lítil. Uttan iva var hetta ávirkað av, at ferðandi um flogvøllin í juli mánaða vóru nakað færri enn í 2019. Uttan iva hevur streykan hjá SAS í juli í ár sína ávirkan.
Talið av ferðandi á Mikinesleiðini er væl lægri í 2022 samanborðið við 2019. Hertil skal sigast, at talið av døgum, har brim er í Mikinesi, er stórt. Um hesir brimdagar eru fleiri í 2022 enn 2019, hava vit í skrivandi løtu ongi tøl fyri.
Farleiðin til Kalsoynna er næstan ongantíð hindrað av nøkrum árið runt, meðan sjóvegis ferðasamband við Mikines er ikki um veturin.
Talið av ferðandi á Fugloyarleiðini er næstan komið upp í hædd við 2019. Hendan farleiðin kann eisini verða hindrað av brimi, men ikki í sama mun sum Mikinesleiðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo