Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Øll fólk hava eina góða søgu og ikki bara politikarar og fólk, tú dagliga hoyrir og sært í fjølmiðlunum. Og eg merki so væl, at fólk bera heimplássið í hjartanum.

Tað sigur Tórður Mikkelsen, sum síðani á heysti 2013 hevur gjørt sendingina "Við Tórði á túri", ið verður send í Útvarpinum hvønn mánadag kl. 17.05.

Á hugnaløtuni í Christianskirkjuni í morgin, fríggjadagin 5. januar, kl. 15 fer Tórður at greiða frá sendingini og hvørjir tankar liggja aftanfyri væl umtóktu útvarpssendingina.

- Landið er lítið, men ein av mínum fremstu visiónum við sendingini er at vísa hvussu fjølbroytt tað hóast alt er. Í hvørjum króki liggja søgur og bíða og tær royni eg at fanga, sigur Tórður Mikkelsen.

Stutt andakt verður v/Marjun Lòmaklett, og ein gòður drekkamunnur verður eisini at fáa .

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo