Eftir at hava ansað eftir vesunum í Mylnugøtu og Steinatúni í ávikavist 9 og 15 ár, handaðu tey bæði Synnøva og John Vilhelmsen lyklarnar inn til kommununa í farnu viku.
Synnøva og John hava trúføst ansað eftir vesunum hesi árini, nú tey fara frá fyri aldur.
Fríggjadagin var so ein lítil fráfaringarløta í teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu við kaffi og køku, og har Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði teimum fyri trúfasta arbeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo