Kirkjuráðið og prestarnir: Hoyvíkar kirkja bjóðar morgunkaffi í kirkjukjallaranum hvønn mikumorgun kl. 10. Hetta er nýtt tiltak og byrjað verður mikudagin 28. februar 2024.
Aðalmálið við tiltakinum er at lata kirkjudyrnar upp og geva fólki møguleika fyri at hittast til hugnaliga samveru í kirkjuni hvørja viku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo