Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna: Borgarafundur verður hildin í Løkshøll mikukvøldið 23. februar kl. 19, har málini eru Fjøruvegurin, Svimjihøllin og Miðstaðarætlanin (incl. Miðbýarætlanin).

Skráin:
 
· Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
· Andras Ortind, verkfrøðingur, greiðir frá Fjøruvegnum.
· Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari, greiðir frá svimjihallarmálinum.
· Lena & Niclas spæla nøkur løg.
· Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiðir frá miðstaðar- og miðbýarætlanini.
· Spurningar úr salinum.
 
Fundarstjóri: Kaja Joensen, varaborgarstjóri.
 
Hóast málini aftur eru tíðarbær, merkir ikki tað sama sum at tey eru ókend.
 
Í áratíggju hevur verið tosað um eitt alternativ til vaksandi ferðsluna ígjøgnum hetta økið, og nevndir møguleikar hava verið ein ringvegur omanfyri bygdirnar, ið gjørdust ein býur, ella ein farleið framvið havnarlagnum og fjøruni. Táið tað gjørdist greitt, at tann eini tunnilsmunnin til og frá Eysturoyartunlinum skuldi vera í Rókini, tók Runavíkar kommuna alt fyri eitt málið upp, í mun til eitt nógv broytt ferðslumynstur - eftir at koyrandi varð ígjøgnum tunnilin. Andras Ortind, verkfrøðingur, hevur í løtuni ábyrgdina av málinum, og partur av Fjøruvegnum verður væntandi boðin út í mars/apríl mánaða í ár. Ortind fer at greiða frá verkætlanini, sum røkkur úr Rókini inn á Glyvraveg omanfyri Bakkafrost.
 
Svimjihøllin hevur verið eitt afturvendandi mál síðan í seksti-árunum í hinari øldini. Í hesi syftuni byrjaði málið í 2016, og nú er partalagsavtala gjørd við byggifelagið Kanjon í Klaksvík um verkætlanina, og um miðjan apríl fæst at vita, um til ber at taka politiska støðu til uppskot um avtalu, hvørt farast skal undir verkætlanina ella ikki. Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari, greiðir frá málinum.
 
Áðrenn farvegurin yvirhøvur sást til ein bý í økinum, tók táverandi borgarstjórin í Nes Sóknar kommunu, Niels Pauli Hansen, longu í 1948 stig til at fáa ein býarplan fyri økið. Í 1952 tók hann stig til at fáa eina byggiætlan til vega og hin 23. februar 1960 – í dag fyri júst 62 árum síðan - kundi hann boða fjølmiðlunum frá, at ein nýggjur býarplanur var komin heim við Tjaldrinum. Nú hevur tørvur verið á dagføringum og nýhugsan, og Ósbjørn Jacobsen, arkitekur, hevur hesi seinastu árini arbeitt við málinum. Hann fer at leggja sínar tankar um framtíðina fram á fundinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo