Summar Festivalurin bjóðar fólki at gista í hugnaligari tjaldbygd mitt á festivaløkinum.
Nógv fólk – ikki minst ungfólk – fara at gista í tjaldbygdini, og á gøtuni fram við tjaldplássinum verður mangt og hvat at uppliva og njóta.
Har vera matsølur, sølubásar, spennandi aktivitetir, eitt nú 7D bio og Wipe Out, og mangt annað.
Video-samrøða við Ragnhild Ellingsgaard um tjaldplássið og gøtuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo