Sunnudagin 2. desember 2018 kl. 15 verður eitt hugnaligt tiltak, sum forlagið ‘Leirkerið’ skipar fyri, í Ribarhús í Fuglafirði. Siloakórið og Heine Lützen fara at syngja.
Heine Lützen fer m.a. at syngja sangin, ‘Dýrmæti frelsari’, sum Zacharias yrkti og sonur hansara, Jákup, gjørdi lagið til – og sum Heine syngur á fløguni.
Sonur Zacharias, Arni Zachariassen, fer at hugleiða um pápa sín, Leirkerið og ta nýggju fløguna.
Ein drekkamunnur verður at fáa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo