Sunda kommuna: Fyri at varpa ljós á stóra arbeiðið við staðarnøvnum í Sunda kommunu, verður í vetur skipa fyri kunnandi hugnakvøldum, har greitt verður frá arbeiðnum.
Mikukvøldið 15. november kl. 19.00 verður hugnakvøld í róðrarneystinum í Hósvík har greitt verður frá verkætlanini og Hans Erland í Brekkunum sigur frá ymsum forkunnugum um staðarnøvnini í Hósvík.
lagt verður upp til, at bygdafólk og onnur við áhuga fyri staðarnøvnum møta. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Tað var í apríl mánað 2016, at verkætlanin "Staðarnøvn í Sunda kommunu" varð almannakunngjørd á hátíðarløtu í Tjørnuvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo