Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herlon, sonur Hans og Idu, doyði á sjónum, 20 ára gamal í 1989

Harald, sonur Erling og Juliu, læt lív í ferðsluvanlukku, 18 ára gamal í 1984

Herlon, sonur Hans og Idu, doyði á sjónum, 20 ára gamal í 1989

Harald, sonur Erling og Juliu, læt lív í ferðsluvanlukku, 18 ára gamal í 1984

Spyr meg ikki um móta ella merkjavørur. Tað er ikki akkurát eg. Haldi, eg havi ein stíl sum eitur funktión - um tað finst.

Havi onki ímóti, hvat onnur brúka sínar væl tjentu pengar til. Man hevur hoyrt um, at aðrastaðni keypa ung menniskju eina dýra tasku t.d fyri allan studningin - og so liva tey av spaghetti. Tað muga tey gjarna, bara tey ikki gera tað av trýsti um at fylgja við.

Lívsfilosofiin tykist vera, at eri eg sædd/sæddur, eri eg til. Melda seg til realityshows, men hava ikki gjørt sær ta sannroynd at síggja um hornini. Her hava TV-støðirnar eisini eina ábyrgd.

At missa er altíð svárt. Tað eru vit nógv, ið muga sanna. Tá ið tað so sker brádliga og fullkomiliga óvæntað, er skelkurin har eftir. Man kann steðga upp í sorgini í langa tíð, tessvegna tók eg fyrst fatur í hetta, tá ið pápi fór um sýn í 2012.

Tá bleiv alt so livandi aftur, at tað kundi verið hent í gjár. Árini gingu, og tað birtist ein hugsan um at minnast tey árini, ið vóru, við takksemi. At heiðra tað lívið, ið var, hóast alt. Hugsaði, at mundi hann ikki ynskt, vit mintust hann við gleði. Hetta gjørdi mun. Tá kom meira gleði um hann innaftur.

Í 2012 fór eg á skriviskeið á Giljanesi hjá Peturi Pólsson. Tað var eisini motiverandi at hava ein, sum dugdi so væl sjálvur.

Her fekk eg eitt mál, eg ikki hevði áður, “takksemi” kom til mín í 2014.

Má eisini nevna systkinabarnið Harald, sonur Erling og Juliu, sum læt lív í ferðsluvanlukku, 18 ára gamal. Marjun í Kálvalíð er elsta systur av trimum. Hetta var í 1984 og var ein øgiligur skelkur.

So fór beiggi okkara, Herlon, sonur Hans og Idu, á sjónum, 20 ára gamal í 1989. Puha, sum tað var ein sorgarleikur fyri alla famijuna at missa teir báðar.

Vit eru tríggjar systrar, eg eri elst.

Nógv ár eftir havi eg tosað við onkran av vinmonnunum hjá Haraldi og Herlon, sum siga, hvussu tómt tað bleiv. Teir hava ofta hugsað um teir.

Teir vóru báðir skemtiligir. Teir plagdu at avheintað hvønn annan, har sum Kálvalíðvegurin byrjar við Sýnina, niðan í Hús og inneftir.

Jú, teir vóru sjónligir upp á tann góða mátan.

Vit vuksu øll upp í Húsagarði í Miðvági, og tað var eitt paradís at vera barn í Húsagarði.

Herlon og eg vóru eisini nógv og ferðaðust inni hjá Anna Louisu, ommu og abba. Har høvdu vit tað gott. Tað var fjálgt at koma inn til ommu, sum bleiv 94 ár.

Tey fyrstu 10 árini búðu vit á Byrginum hjá byrgjaommu (Onnu Elisabeth á Byrginum). Hon var eitt deiligt menniskja. Har trivust øll, og hon var Byrgjaomma hjá øllum.

Ja, hvat skal man siga um politikk. Eg haldi, at har mangla fólk, sum hava staðið á einari fabrikk allan dagin - fólk, sum kenna umsorganararbeiði innanífrá og fólk, sum hava merkt fátækraváðan.

Politikarar upparbeiða sær eina vitan gjøgnum árini, men kunnu ikki identifisera seg við tað. Kanska skuldi tað verið krav, at tey, sum vilja verða politikarar, fyrst skuldu havt arbeitt eitt ár í ymiskum plássum.

Man má eisini siga, at politikarar skula tola nógv. Álop flyta onki. Man hevði ikki funnið upp á at tosað soleiðis við onnur.

Haldi tó eisini, at tey kunna vera hørð við hvønn annan.

Eg arbeiði sum sjálvboðin hjálp í hjálparfelagsskapi, og her er gott at vera. Tað, sum serliga fangaði, var mat-og klædnahjálpin til sperdar føroyingar.

Eg havi altíð verið áhuga í tí samfelagsliga. Í ár er tað so hent, at fleiri fólkapensjónistar eru lagstir aftrat, og teir eru vælkomnir. Haldi tað tó vera stór skomm í einum vælferðarsamfelag, at fólk, sum hava arbeitt fyri seg, skula noyðast at søkja til hjálparfelagsskapir.

Eg haldi, at tey fólkavaldu burdu hugt at tænastum, sum bara gerast dýrari og verri, eitt nú bankum og posta, har útjaðarin verður burturspardur - alt meðan tey gerast ovurrík.

Bankarnir hava ikki verið fyri fólkið longu í fleiri ár. Alt skal gerast gjøgnum onkra app, sum slett ikki er so einføld at fáast við. So skal uppdaterast, og starvsfólkið fært tú ikki fatur á. Tey sita væl goymd í onkrum fínum stórum bygningum, meðan nakrir fáir tímar eru avlagdir til kundan at koma inn í bankan.

Man skuldi trúð, at bankin var fyri kundan - og ikki øvugt.

Eri í hvussu so er glað fyri sjúkrahúsverkið. Lá í einum stórum klossutum gipsi í eitt ár, tá ið eg var eitt ár. Tað má hava verið strævið hjá foreldrunum, men ongantíð havi eg hoyrt nakað um tað.

Tað man vera grundin til, at eg havi skift báðar mjadnarnar seinastu fýra árini. Eg eri takksom fyri at liva í einum landi, har tað ber til at hava læknar og sjúkrasystrar sum gera eitt gott arbeiðið.

Tað gleðir at hava fingið eina perlu - eitt ommubarn - trygt í hendan heim. Hon er okkara sólstrála og hevur ríkað lívið hjá okkum hvønn tann einasta dag. Alt, sum eg helt vera ov nógv fjas við børnum, er farið í vaskið.

Ája, ikki so at blíva omma :)

AnnaElisabeth Hansdóttir í Kálvalíð

Herlon, sonur Hans og Idu, doyði á sjónum, 20 ára gamal í 1989

Harald, sonur Erling og Juliu, læt lív í ferðsluvanlukku, 18 ára gamal í 1984

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo